Málið um Hagen sum sendirøð

Hvat hendi við konu Tom Hagen í oktoburmánaði í 2018, tá ið hon brádliga hvarv? Tann spurningin hevur stroymingartænastan Netflix roynt at lýst í nýggjari sendirøð um málið

Høgni Jógvansson
16. oktober 2022 kl. 18:00

Sløk fýra ár eftir ta nógv umrøddu hendingina í Lørenskog í Noregi, tá ið Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevur Netflix framleitt eina sendirøð um málið. Sendirøðin eitur The Lørenskog Disappearance. Hon er fimm partar, og allir partarnir eru umleið 50 minuttir til longdar. 

Snúningsdepilin í sendirøðini er loyndarmálið um Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum tann 31. oktobur í 2018. Eftir lá eitt bræv til mann hennara, ríkmannin Tom Hagen. Í brævinum stóð, at um Tom Hagen vildi hava konu sína aftur, skuldi hann rinda ránsmonnunum níggju milliónir evrur ella slakar 67 milliónir danskar krónur í loysipeningi. Peningurin skuldi rindast í talgildum gjaldoyra, og Tom Hagen fekk strang boð um ikki seta seg í samband við løgregluna. Hetta seinna gjørdi hann kortini. 

Málið er ongantíð loyst, og løgreglan hevur arbeitt út frá fleiri møguligum hendingargongdum. Í juni mánaði í 2019 segði norska løgreglan, at ránið av Anne-Elisabeth kundi verið framt fyri at fjala eitt møguligt dráp. Tann 28. apríl í 2020 handtók løgreglan hjúnafelagan Tom Hagen fyri dráp ella viðvirkan til dráp. Eftir 11 dagar í varðhaldi slapp Tom Hagen leysur aftur. 

Norska løgreglan arbeiðir enn við málinum. Hon hevur biðið um hjálp frá fólki, ið møguliga hava upplýsingar um málið, at venda sær til løgregluna. Tey seinastu tíðindi úr Lørenskog eru, at ein maður afturat er skuldsettur fyri miðvirkni til dráp. Sambært VG er tann skuldsetti ein maður í 30’inum og ættaður úr Oslo. Somuleiðis er hann kendur av løgregluni. Sambært VG ynskir sakførarin hjá tí skuldsetta ikki at viðmerkja málið annað enn tað, at tann skuldsetti noktar seg sekan.