Rættarmálið millum Johnny Depp og Amber Heard skal ikki ganga umaftur, hóast skeivur nevningur sat í nevningatinginum.
Advokatarnir hjá Amber Heard vildu vera við, at av tí at skeivur nevningur sat í nevningatinginum, mátti rættarmálið millum tey bæði ganga umaftur.
Eftir øllum at døma var klutur komið í, tá ein maður varð boðsendur at sita í nevningatinginum, og sonur hansara kom í sessin ístaðin. Báðir hava sama navn og sama bústað.
Dómarin metti kortini ikki, at talan var um svik ella óreiðiligheit, og hann helt tí ikki, at málið skuldi ganga umaftur. Dómarin gjørdi greitt, at maðurin var eftirlitskannaður og hevði verið gjøgnum neyðugu spurningarnar, áðrenn hann tók sæti sum nevningur.
Johnny Depp vann í sakarmálinum um ærumeiðing móti Amber Heard, har hann legði sak fyri at hon hevði sagt seg vera offur fyri konubukarí í einari grein, sum var ein greið tilsiping til hansara.
Amber Heard varð dømd at rinda Johnny Depp 10 milliónir dollarar.
Amber Heard vann kortini í einum av málunum, og sambært úrskurðinum skal Johnny Depp tí eisini rinda henni tvær milliónir dollarar.