Ongi úrslit

Málið er vrakað

Fríðrikur kongur og Mary drotning hava ongantíð gjørt viðmerkingar

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Talan var ikki um ærumeiðing ella innrás í privatlívið, tá ið spanska blaðið Lecturas gav út eina myndarøð av mexikansku modelluni Genoveva Casanova og Fríðriki kongi.

Ein dómari dømdi í dag mikudag málið hjá Casanova móti Lecturas at vera vrakað. Hettar skrivar Lecturas sjálv.

Myndirnar í málinum eru úr eini søgu, sum blaðið gav út í 2023.

Her sást Casanova millum annað ganga í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, saman við Fríðriki kongi, sum tá var krúnprinsur.

Kongshúsið sigur við Ritzau, at tað hevur ongar viðmerkingar til málið.

Mynd: Kongehuset

Hetta hevur verið leisturin frá Kongahúsinum frá byrjan av hesari søguni, sum tók sína byrjan í november 2023. Tað var tá, at spanska blaðið gav út myndirnar av krúnprinsinum og meksikansku modelluni.

Tá var lagt upp til, at har var eitt romantiskt samband millum tey bæði. Men hesum hevur Genoveva Casanova, sum nú er 49 ára gomul, avsannað fleiri ferðir. Fríðrikur kongur og Mary drotning hava ongantíð gjørt viðmerkingar til málið.

Myndirnar úr Madrid vístu ein gongutúr í einum garði og eisini myndir av teimum báðum hvør sær, sum sambært Lecturas vóru tiknar framman fyri íbúðini hjá Casanova.

Sambært blaðnum sóust tey bæði fara saman inn í gongina og seinni koma út aftur, og eftir hetta sóust tey fara í sama bil.

Genoveva Casanova hevur sagt, at tað at geva myndirnar út, var brot á hennara privatlív. Hon heldur eisini, at hennara umdømi fekk óbøtandi skaða.

Hon stevndi tí Lecturas við skaðabótkravi upp á eina millión evrur, sum svarar til slakar 7,5 milliónir krónur. Tað er hetta, sum ein dómari nú hevur vrakað.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34