Malala Yousafzai vitjar heimbygd sína fyri fyrstu ferð síðan 2012

"Tað er besti dagur í lívi mínum," segði Malala Yousafzai, tá hon hósdagin aftur stóð á pakistanskari jørð fyri fyrstu ferð...

Alda Nielsdóttir
31. mars 2018 kl. 13:44

"Tað er besti dagur í lívi mínum," segði Malala Yousafzai, tá hon hósdagin aftur stóð á pakistanskari jørð fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

Í dag vitjaði Malala heimbygd sína, Mingora, fyri fyrstu ferð, síðan hon varð skotin í einum skúlabussi í 2012.

Malala og foreldur hennara komu við hernaðartyrlu í morgun.

Gubbi hennara, Mahmoodul Hassan segði, at ætlanin eisini var at vitja vinfólk og kenningar. “Vit eru takksom fyri at stýrið og herurin hevur gjørt hesa vitjan møguliga,” segði hann.

20 ára gamla Malala var longu ein framúrskarandi forsprákari fyri rættinum hjá gentum at fáa sær útbúgving, tá Taliban skeyt hana og tvær aðrar gentur í einum skúlabussi í oktober í 2012.

Allar tríggjar yvirlivdu, men Malala varð skotin í høvdið. Hon fekk akutta læknahjálp á einum pakistanskum hernaðarsjúkrahúsi, og varð seinni flutt til Birmingham til viðgerðar.

Fríggjadagin segði Malala við Geo TV, at hon hevði verið deyð nú, høvdu hernaðarskurðlæknarnar ikki hjálpt henni beinanvegin, og at hon hevur ætlan um at koma aftur til Pakistan, tá hon er liðug at útbúgva seg.

Í løtuni lesur hon á universitetinum í Oxford, og fríggjadagin segði hon, at hinar báðar genturnar, ið vórðu skotnar saman við henni, Shazia Ramzan og Kainat Riaz, høvdu gjørt skúlagongd sína lidna í Wales, og at tær í løtuni lesa á universitetinum í Edinburgh.

Meirilutin stuðlar henni

Meirilutin stuðlar henni og stríð hennara, segði hon við pakistanskar miðlar.

“Tey, ið finnast at hava skilaleysar orsøkir, ið ikki geva nakra meining,” segði hon í samrøðu við The News Outlet.

“Eg ynski, at fólk skulu stuðla mær í hesum stríðnum, og at tey fara at hugsa um Pakistansku genturnar, ið tørva eina útbúgving,” segði hon. “Ikki hugsa um meg, eg vil ongar tænastur hava, eg royni ikki at fáa øll at viðurkenna meg. Tað einasta eg vil er, at tey viðurkenna útbúgving til øll”.

Heldur enn at fáa hana at tiga, hevur álopið í 2012 gjørt hana til eitt altjóða ikon fyri útbúgving hjá gentum. Í 2014 fekk hon friðarheiðursløn Nobels, og varð sostatt ynskti persónurin, ið nakrantíð hevur fingið hesa heiðursløn.

Vælgerðarstovnur hennara, “The Malala Fund” hevur sett 6 milliónir dollarar í skúlabøkur og skúlabúnar.

Sat í tíma tá hon fekk boðini

Í samrøðu við The News greiddi Malala frá, at hon hevði sitið í tíma, tá tað varð kunngjørt, at hon hevði fingið Nobel heiðurslønina.

“Lærarin hjá mær kom inní skúlastovuna og bað meg koma útum. Eg var bangin fyri, at eg hevði gjørt okkurt skeivt, men hon segði mær, at eg hevði vunnið friðarheiðurslønina. Eg segði takk fyri. Man veit ikki, hvat man skal siga til slíkt. Fyri meg var hetta um útbúgving”.

Ferðin til Mingora var í samband við skúlafrítíðina, legði hon afturat. “Hetta var eisini ein av orsøkunum, tí eg kundi ikki missa nakra skúlagongd. So endiliga kom hetta í lag. Fyri at siga sum er, havi eg ringt við at trúgva, at eg eri her í Pakistan. Tað kennst enn sum ein dreymur.”

Eftir ætlan fer hon aftur til Bretlands mándagain.

Kelda: The Guardian