Mynd: Kyndil
Maibritt er forkvinna í Kyndli
Nú er nevndin í Kyndli víðkað, so tað í nevndini eru sjey nevndarlimir
Jonhard Hammer
4. desember 2023 kl. 15:09
Hondbóltsfelagið Kyndil skrivaði soleiðis fríggjadagin 1. desember:
Á aðalfundinum seinasta hóskvøld var nevndarval. Elin K. Jacobsen tók ikki við afturvali. Starvsnevndin í Kyndli hevur arbeitt við at víðka um nevndina til fleiri enn fimm nevndarlimir, og eydnaðist hetta í ár. Lars Larsen Black, Jan Otto S. Holm og Jan M. Laursen stillaðu upp og vórðu allir valdir.
Í kvøld hevur nevndin skipað seg við Maibritt Johannessen sum forkvinnu, Jensia Højgaard Kjærbæk sum næstforkvinna, Eyðun Mortensen sum kassameistari, Salua Manai sum skrivari og Jan Otto S. Holm, Jan M. Laursen og Lars Larsen Black sum nevndarlimir.