Magnus við Streym valdur í nevndina hjá European Students Union

Komandi árið skal Magnus við Streym vera millum tey 10, ið sita í nevndini hjá European Students Union, sum umboðar heili 40 lond og umleið 20 milliónir lesandi í Europa

Frá vinstru: Kári Danielsen, nevndarlimur í MFS Keypmannahavnarnevndini, Rannvá Dam í Baianstovu, skrivstovufólk hjá MFS, Magnus Við Streym, nevndarlimur í ESU, Borgný Súsonnudóttir Hansen, fyrrverandi altjóða skrivari hjá MFS og orðstýrari á aðalfundinum, Magnus Kárason Durhuus, forseti í MFS, Jákup Holm Johannesen, altjóða skrivari í MFS
Ragnar Sjúrðarson
27. november 2023 kl. 20:28

Á aðalfundinum hjá European Students Union (ESU) í Tallinn í Estlandi, sum varð hildin dagarnar 23-25 november, var fyrrverandi forsetin í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Magnus við Streym, ein av 10, ið vórðu vald í starvsnevndina hjá ESU.

MFS fekk fullan limaskap í ESU í 2021. Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar eins nógvar atkvøður sum til dømis Týskland og Frakland. ESU umboðar umvegis síni 45 limafeløg úr 40 evropeiskum londum fleiri enn 20 milliónir lesandi.

ESU situr við borðendan har avgerðir um evropeiskan útbúgvingarpolitikk verða tiknar, og førir eisini fram sjónarmiðini hjá lesandi í øllum týdningarmiklum felagsskapum, ið taka avgerðir um viðurskiftini hjá lesandi – eitt nú tí máttmikla Bologna-fylgibólkinum (Bologna Follow-Up Group), Evropeiska Samveldinum, Evroparáðnum og UNESCO.

Hóast hetta bert er triðja árið, at tað er møguligt hjá umboðum fyri MFS, at sita í nevndini hjá ESU, er hetta ikki fyrstu ferð, at ein føroyingur er valdur í nevndina. Í 2022 varð táverandi forsetin í MFS Tór Marni Weihe valdur í nevndina, men sat ikki alt skeiðið út.

Á aðalfundinum legði MFS fram tvær yvirlýsingar, sum báðar blivu góðkendar og verða almannakunngjørdar í næstum, sigur Jákup Holm Johannesen, altjóða skrivari í MFS, við Dimmalætting.