Magnus Powell: Kappingarskipanin hjá FSF er høpisleys

Venjarin hjá 07 Vestur, Magnus Powell, leggur eftir FSF og kappingarskipanini, sum hann heldur forðar fyri menningini av ungum spælarum her í Føroyum

Sigurjón Einarsson
25. oktober 2021 kl. 16:21

Í seinastu leikskránni hjá 07 Vestur, sum upptakt til heimadystin móti HB sunnudagin, ið HB vann 5-0, er samrøða við svenska venjaran hjá 07 Vestur, Magnus Powell. Í hesari samrøðuni gevur hann FSF og kappingarskipanini av grovfíluni, tí ungir fótbóltsspælarar verða forðaðir í at fáa dystarvenjing.

Hann er bæði illur og skelkaður inn á, at 1. deild spælir sínar dystir dagin fyri dystirnar í Betri Deildini. Vegna hendan leistin, so er tað næstan ógjørligt hjá teimum ungu og evnaríku spælarunum at fáa nóg mikið av dystarvenjing hvørt vikuskifti.

– Eg haldi, at tað er har skógvurin trýstir, tí tað kann gera akkurát tað sama, hvussu nógv vit arbeiða við teimum ungu í feløgunum, tá teir ongantíð sleppa at spæla. Tað eru eini 25 ár síðani, at tey í hinum Norðurlondunum broyttu skipanirnar har, soleiðis at liðini í næstbestu deildini altíð spældu dagin eftir bestu deildina, sigur Magnus Powell.

Hann vísir á, at tað er sera týdningarmikið, at til dømis spælarar hjá 07 Vestur, sum ikki byrja inni á fyrstaliðnum, kortini fáa ein heilan dyst. Sum tað er nú, so fáa hesir kanska trý korter ella als onga spælitíð hvørt vikuskifti. Hetta heldur 07 Vestur venjarin vera úrslit av vantandi vitan ella vánaligari fyriskipan hjá FSF.

– Tú skalt eisini hugsa um, at nógvir av hesum ungu spælarunum runt um í feløgunum, sum ikki sleppa at spæla, eru landsliðsspælarar á U17- ella U19-landsliðnum og so framvegis, sigur hann.

Ikki spurdur

Magnus Powell undrast eisini á, at FSF eftir øllum at døma heldur seg hava so góða vitan og royndir, at Fótbóltssambandið ikki hevur brúk fyri vitan og ráðum aðrastaðni frá.  

– Eg havi arbeitt sum venjari í Svøríki og Noregi í áratíggju. Nú havi eg verið her í fleiri mánaðir, men eingin hevur spurt meg um nakað sum helst. Eg kundi skriva síðu upp og síðu niður, um munin á fótbóltinum og kappingarbygnaðinum ímillum Føroyar og ávikavist Noregi og Svøríki – har tað er ein stórur munur á, hvussu fótbóltssambondini har síggja tað sum eina aðaluppgávu at menna ungar leikarar – men tað sær ikki út til at hava nakran áhuga, staðfestir Magnus Powell.

Vanvirðing av ítróttinum

Tað er ikki bara FSF og kappingarskipanin, ið fáa toyggið. Politikararnir fáa eisini sítt, tí fótbóltur ikki verður mettur at vera eitt yrki í Føroyum.

– Eisini tað skelkar meg, tí í Noregi fáa feløgini fult endurgjald frá sjúkratryggingini har, um ein spælari – eisini teir, sum ikki eru fulltíðar yrkisleikarar – verður skaddur og ikki fær spælt. Men í Føroyum rindar sjúkratrygdin ikki eitt oyra, heldur ikki, sjálvt um tað eru spælarar, sum einki annað gera enn at spæla fótbólt. Hetta kostar feløgunum nógvar pengar, tí tey eru bundin av sínum sáttmálum. Eg haldi, at hetta er ein vanvirðing av ítróttinum og ein vanvirðing av fótbóltsspælarunum, sigur 07 Vestur-venjarin, Magnus Powell millum annað í samrøðu, sum stendur at lesa í seinastu leikskránni hjá 07 Vestur.

Magnus Powell tók við venjarastarvinum í 07 Vestur 1. juni í ár og hevur sáttmála við felagið í tvey ár afturat.

Hann kom til Føroya úr Levanger, har hann mátti gevast, eftir at felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar, eftir at korona legði fótbóltin stillan í fjør. 

Magnus Powell hevur drúgvar royndir – bæði sum leikari og venjari – og hevur millum annað leikt við Ørebro, Lillestrøm og Lyn í bestu deildini í Svøríki og Noregi.

Eftir at hann gavst at spæla fótbólt, hevur Magnus verið høvuðsvenjari hjá eitt nú Egersund, Sandefjord og Levanger. Magnus Powell er útbúgvin FIFA PRO-venjari.

Øll greinin í 07 Vestur-leikskránni, sum Ingolf S. Olsen hevur skrivað, kann lesast her.