Magnus Holm Jacobsen er 07 Vestur spælari. Tað skrivar heimasíðan hjá vágafelagnum í dag.
Bolt.fo skrivaði fyrst í hesum mánaðinum, at Magnus ikki var ein partur av venjingunum hjá B36, hóast hann hevði sáttmála við árstalsfelagið fyri 2023.
Gitingar hava tí verið um Magnus var áveg av landinum ella um hann fór at skifta til eitt annað felag í Betri deildini. Magnus hevur áður roynt seg uttanlanda. Í 2018 var hann eitt stutt skifti í Pacos De Ferreira í Portugal.
Nú er tað váttað, at Magnus skal umboða 07 Vestur í komandi kappingarári, og tað gjørdi hann fyri fyrstu ferð fyri stuttari løtu síðani, tá hann kom inn í hálvleikinum í seinna VFF KUP dystinum hjá 07 Vestur.
Sambært FaroeSoccer er Magnus skrásettur fyri 104 dystir og níggju mál í Betri deildini.