Magnus Holm Jacobsen nýggjur á landsliðnum

Landsliðshópurin til venjingardystin móti Litava og Nations League-dystirnar móti Lettlandi og Malta er úttikin í morgun. Nýggjur maður á landsliðnum er B36-leikarin, Magnus Holm Jacobsen

Sigurjón Einarsson
2. november 2020 kl. 12:20

Landsliðshópurin er fyri løtu síðani úttikin. Nýggjur maður á landsliðnum er B36-miðvallarin, Magnus Holm Jacobsen. Hann hevur verið eyðsýndur í føroysku kappingini í ár, og tað fær hann so løn fyri nú.

Magnus var eitt stutt skifti sáttmálabundin til Pacos De Ferreira í Portugal í 2018, har evnaríki miðvallarin spældi við U19-liðnum hjá felagnum og vandi við besta liðnum, ið spældi í næstfremstu deildini í Portugal. Hann valdi tó at koma aftur til Føroyar og B36 til kappingarárið 2019, har hann bara er blivin betri og betri.

Tekniskt sterki leikarin hevur eisini leikt nógvar ungdómslandsdystir. Tað eru blivnir til fimm dystir á U-21 landsliðnum, 19 dystir á U17-landsliðnum, harav tveir í Federation Cup-endaspælinum í 2017, umframt 10 dystir fyri U19-landsliðið.

Higartil hevur 20-ára gamli miðvallarin leikt 62 landskappingardystir fyri B36 í bestu deildini.

Håkan Ericson kunngjørdi í morgun hópin til venjingardystin móti Litava, sum verður í Vilnius mikudagin 11. november, og UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Malta, sum verða spældir ávikavist tann 14. og 17. november.

Hópurin sær soleiðis út:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Heini Vatnsdal, KÍ

Odmar Færø, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

Heðin Hansen, HB

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Dan í Soylu, HB

Magnus H. Jacobsen, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Patrik Johannesen, KÍ