Magnus er aftur í Vágum

Miðvallarin er aftur í 07 Vestur, har hann ikki hevur spælt síðani fyri summarsteðgin

Jóannes Hansen
23. august 2023 kl. 21:41

Í kvøld eru góð tíðindi at frætta hjá teimum í 07 Vestur leguni.

Felagið skrivar í kvøld, at miðvallarin Magnus Holm Jacobsen er aftur á Dungasandi, og at hann fer at spæla við 07 Vestur tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

07 Vestur skrivar soleiðis:

Vit kunnu boða frá, at Magnus fer at leika restina av kappingarárinum við 07 Vestur.

Tað eru sikkurt fleiri sum undra seg yvir hvussu hettar ber til. Hartil er bert at siga at talan er um eina misskiljing partana millum og besta loysnin beint nú er, at Magnus spælir restina av kappingarárinum við 07 Vestur.

Vit fegnast um at hava fingið Magnus aftur, tað sum eftir er av kappingarárinum, og ivast onga løtu í at tit fjepparar fara at taka væl ímóti honum komandi sunnudag, skrivar 07 Vestur í kvøld.

Undan summarsteðginum var Magnus Holm Jacobsen sera eyðsýndur á sentrala 07 Vestur miðvøllinum. Síðsti dysturin hjá honum var 25. juni, tá ið 07 Vestur á heimavølli vann 2-1 ímóti HB.

Magnus fór av landinum, tí hann ætlaði at spæla fótbólt uttanlands - í næstbestu pólversku deildini. Tað vóru trupulleikar við spæliloyvinum, og tað bar við sær, at møguleikin fyri at flyta av landinum í ár var burtur, og nú er Magnus Holm Jacobsen aftur í Vágum.

Sunnudagin klokkan 15 eigur 07 Vestur heimadyst ímóti B68.