Magnus Carlsen kann hava telvað sítt seinasta HM

Norski heimsmeistarin kann hava telvað sítt seinasta heimsmeistaraskap

Sigurjón Einarsson
14. desember 2021 kl. 14:50

Fyri viku síðan gjørdist Magnus Carlsen heimsmeistari fyri fimtu ferð, tá hann knógvaði Jan Nepomnjatsjij í 11. talvið. Men nú er líkt til, at norski heimsmeistarin hevur telvað sítt seinasta heimsmeistaraskap.

Í samrøðu rør hann fram undir, at hann ikki hevur ætlanir at verja sítt heimsmeistaraheitið.

– Tey, ið rokna við, at eg skal telva til komandi heimsmeistaraskap, so er møguleiki fyri, at tey verða skuffaði, sigur hann, sambært norsku tíðindastovuni, NTB.

– Tað hevur staðið klárt fyri mær tað mesta av árinum, at hendan heimsmeistarakappingin skuldi vera mín síðsta. Tað hevur ikki so nógv at siga longur, sum tað gjørdi einaferð, sigur hann.

Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðan 2013. Men hóast hann nú møguliga ikki fer at luttaka til HM meira, so hevur hann ikki ætlanir at gevast við at telva.

– Nei, tað hevur stóran týdning fyri meg at siga, at eg havi ikki ætlanir at gevast við at telva. Eg fari framhaldandi at telva. Tað gevur mær stóra frøi, sigur Magnus Carlsen, sambært NTB.