Magnus Carlsen fer ikki at verja HM-heitið, soleiðis ljóðaðu stuttu, men greiðu boðini úr norskum miðlum í dag. Tey síðstu mongu árini hevur norðmaðurin verið heimsins besti telvari, men nú hevur hann boðað frá, at hann ikki ætlar sær at endurvinna heitið sum heimmeistari í klassiskum talvi.
- Eg havi kunnað mítt lið og altjóða talvsambandið (Fide) um, at eg ikki fari at spæla komandi HM-dystin, sigur Magnus Carlsen við podcastin “The Magnus Effect”, sambært norska miðlinum VG.
Heimsmeistarin skuldi eftir ætlan telva ímóti russiska Ian Nepomniachtchi, sum fyrr í ár vann tí sonevndu kandidat-kappingina, har átta av heimsins bestu telvarum kappast, um at bjóða núverandi heimastarinum av. Men dysturin teirra millum verður av ongum.
Magnus Carlsen sigur seg hava hugsa um framtíðina í hálvtannað ár, áðrenn hann tók endaligu avgerðina. Tá hann hevði tikið avgerðina fór hann til kandidat-kappingina at boða forsetanum í altjóða talvsambandinum, Fide, frá síni avgerð.
- Eg seti ongin krøv og hevði heldur ikki nøkur uppskot, men eg var har fyri at greiða honum frá, at eg ikki havi hug at verja heitið til næsta HM-dystin
- Tað er ein niðurstøða, sum eg havi tað gott við, og ein avgerð, ið eg havi hugsað um í langa tíð, leggur heimsmeistarin aftrat. Hann sigur orsøkina til avgerðina vera, at hann manglar motivatión.
- Tað hevur ikki líka stóran týdning longur, eins og tað gjørdi einaferð. Eg føli ikki longur, at tað positiva vigar upp ímóti tí negativa, sigur Magnus Carlsen, sambært NTB. Hóast hann ikki ætlar at luttaka til HM í klassiskum talvi, so sigur hann seg ikki hava mist hugin til kviktalv ella snartalv.
Hóast hann ikki verður við til komandi HM í klassiskum talvi, so vil hann ikki vísa aftur, at hann møguliga kundi vent aftur eina aðru ferð. Komandi HM-dysturin, sum eftir ætlan skuldi verða millum Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi, verður sostatt av ongum. Ístaðin verður HM í talv millum Ian Nepomniachtchi og kinesiska Ding Liren.