Enn einaferð kann norski telvarin Magnus Carlsen rópa seg heimsmeistari í kviktalvi. Hetta er fjórðu ferð at hann gert heimsmeistari í kviktalvi.
- Hetta heitið hevur nógv at siga fyri meg. Síðstu ferð kom eg tómhentur heim. Eg ynskti ikki, at tað skuldi henda aftur, segði Carlsen í gjár, eftir at hann hevði vunnið á iranska mótstøðumanninum Parham Maghsoodloo.
Undan 13 og seinasta umfarinum høvdu tann 24 ára gamli russiski telvarin Vladislav Artemjev og tann 18 ára gamli týski telvarin Vincent Keymer, møguleikan at enda javnir við Carlsen. Men hetta eydnaðist ikki.
Sjálvur vann norðmaðurin skjótt sítt seinasta talv við hvítum fólki móti irananum Maghsoodloo. Hinvegin eydnaðist tað ikki hinum báðum telvarunum at vinna síni talv.
Artemjev og Keymar høvdu báðir svart fólk. Keymar telvaði javnt, og endaði harvið á øðrum plássi, meðan Artemjev tapti fyri Fabiano Caruano, ið harvið vann seg upp á triðja pláss.
Sostatt gjørdist Carlsen heimsmeistari beint framman fyri unga týskaran Keymar og amerikanaran Caruano.
Hetta er 14. ferðin, at Carlsen vinnur eitt heimsmeistaraskap. Norðmaðurin hevur longu frásagt sær møguleikan at endurvinna HM-heitið í vanligum talvi, men luttekur framvegis í HM-kappingunum í snar- og kviktalvi.
Í dag fer HM-kappingin í snartalvi av bakkastokki.