Týskvøldið skal føroyska A-landsliðið leika dyst á Stade de Luxembourg móti Luksemborg. Talan er um fjórða dystin innan tíggju dagar hjá føroyska landsliðnum. Ongantíð áður hevur føroyska landsliðið spælt so nógvar dystir í einum so stuttum tíðarbilið. Júst tað, hvat nógvir dystir í einum stuttum tíðarskeiðið krevur av fótbóltspælarum, veit Magni Mohr, ið er kropsligi venjari hjá landsliðnum.
Dimmalætting er við á landsliðsferðini, og vit fingu eitt prát við kropsliga venjaran hjá landsliðnum í sólini uttanfyri gistingarhúsinum í Luksemborg.
– Vit kenna leikararnar væl og vit planleggja eisini til tann einkulta leikaran, tí summir leikarar klára øgiliga væl at spæla nógv. Tað eru royndir, sum vit gjørdu okkum í 2020 og 2021. Men tað hevur eisini nakað við tínar kropsligu førleikar at gera. Altso leikarar, ið eru skjótir og eksplosivir, hava ofta eina munnandi longri hvíldartíð enn teir sum hava stórt úthaldni, sigur Magni Mohr millum annað í samrøðuni, sum kann hoyrast niðanfyri í greinini.