Bomban í danska fótbóltsheiminum í dag er, at Lyngby longu hevur sagt Magne Hoseth úr starvi. Hann var venjari í 50 dagar. Lyngby hevur tapt tveir teir fyrstu landskappingardystirnar eftir vetrarsteðgin, og tað eru bara tvey stig aftur til niðurflytingarstrikuna. Seinnapartin sunnudagin fær Lyngby vitjan av Hvidovre, sum er niðast á støðutalvuni, og tá fara hjálparvenjararnir Mikkel Bechmann og Mads Kristensen at hava ábyrgdina av Lyngby liðnum.
Í Klaksvík var Magne Hoseth hetjan, sum stóð á odda, tá ið KÍ vann triðja FM heitið á rað og megnaði avrik í Europa, sum einki føroyskt felag áður hevur megnað. Í Lyngby er skoðsmálið heilt øðrvísi:
-Tað var heilt skjótt, at vit fingu ábendingar um, at tað ikki riggaði við Magne Hoseth við róðrið. Hann var ikki nóg týðuligur, og hann var ikki nóg uppsettur. Hetta hava vit tosað um og viðgjørt, og vit eru øll hørm og ørkymlað um, at tað nú var neyðugt at siga venjaran úr starvi. Kenslan er, at spælararnir hava mist álitið á venjaran og at hann fór at megna at lyfta uppgávuna, og tí hava vit tikið hetta stigið, sigur stjórin í Lyngby Andreas Byder við danskar miðlar.
Í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur Lyngby tapt 3-2 ímóti FCN og 1-0 ímóti Randers.