Magne: Tað riggaði ikki millum meg og Lyngby

Fyrrverandi KÍ venjarin er eftir 50 dagar í Lyngby á veg til hús aftur

Jóannes Hansen
1. mars 2024 kl. 11:15

50 dagar var Magne Hoseth venjari í Lyngby. Í dag eru hann og familjan á veg til hús aftur. Inntil fyrst í hesum árinum fyrireikaðu tey seg at flyta til Klaksvíkar, har íbúð var klár at flyta inn í. So broyttist alt, og eftir at sáttmáli varð undirskrivaður við Lyngby, flutti familjan til Keypmannahavnar at búgva.

Nú er Magne Hoseth sagdur úr starvi í Lyngby, men venjarin finst ikki at avgerðini, sum ber við sær, at hann nú er arbeiðsleysur:

-Eg eri takksamur fyri, at felagið gav mær henda møguleikan. Tíverri hevur tað víst seg, at tað ikki riggaði millum meg og felagið, og tí virði eg avgerðina, sum felagið nú hevur tikið. Eg ynski felagnum alt tað besta, sigur fyrrverandi KÍ venjarin, sum nú eisini er fyrrverandi Lyngby venjari, við danskar fjølmiðlar.