Nú er greitt, hvørjir teir ellivu KÍ spælararnir eru, sum vera á vøllinum frá fyrsta bríksli í kvøld. Tað verður klokkan 19.45.
Teir hava allir spælt nógv í landskappingini higartil í ár. Men tað er merkisvert, hvussu nógvir av teimum, sum annars høvdu verið millum teir fyrstu ellivu, eru á beinkinum ella als ikki á listanum.
Claes Philip Kronberg, sum hevur verið við í øllum europeisku dystunum og eftir fyrra hálvleik fór skaddur av vøllinum í Molde í síðstu viku, er ikki á listanum. Hann er skaddur í fótliðnum.
René Shaki Joensen fór av vøllinum fýra minuttir undan steðginum, tá ið KÍ sunnudagin hevði vitjan av 07 Vestur. Hann var skaddur í lærkrikanum, og í kvøld er hann á beinkinum. Á beinkinum eru eisini Mads Bo Mikkelsen, sum í vikuni hevur verið sjúkur, Hallur Hansson sum er við at koma seg eftir skaðasteðg og Páll A. Klettskarð, sum ikki verður roknaður at vera førur fyri at spæla.
Líkindini eru góð, og tað letur til,at tað verður mest sum fullsett á Tórsvølli.