Mynd: Lyngby
Magne Hoseth uppsagdur í Lyngby
Fyrrverandi KÍ venjarin sat í sessinum í 50 dagar
Fríðmundur Nattestad
1. mars 2024 kl. 10:30
Superligafelagið, Lyngby Boldklub, hevur í morgun kunngjørt, at felagið hevur sagt høvuðsvenjaran upp, bara 50 dagar eftir at sáttmálin varð undirskrivaður.
Magne Hoseth og KÍ vóru ein sólskinssøga kring alt Evropa farna kappingarár. Góðu úrslitini gjørdu eisini, at gravgangur var eftir norska venjaranum.
11. januar kunngjørdi Lyngby Boldklub so, at felagið hevði gjørt ein tvey ára sáttmála við KÍ venjaran.
Í dag, bara 50 dagar seinni, kunnger felagið altso, at Magne Hoseth er uppsagdur. Orsøkin sigst at vera eitt manglandi innanhýsis "match".
Magne Hoseth stóð á odda fyri Lyngby í tveimum Superliga dystum. Lyngby tapti báðar dystirnar.