Magne Hoseth er aftur á breddanum í Norra

Søgan hjá TV2 um, at KÍ venjarin verður keyptur nú beinanvegin av norskum felag, er kyknað aftur

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen
Jóannes Hansen
4. januar 2024 kl. 12:50

Í Klaksvík er veruleikin, at Magne Hoseth eisini í 2024 verður KÍ venjari. Hann og KÍ avrikaðu í fjør betri enn nakrantíð, tá ið tað eydnaðist at vinna FM triðja árið á rað, og tá ið KÍ sum fyrsta føroyska felag yvirhøvur megnaði at vinna seg í europeiskt bólkaspæl.

Í Norra var søgan undan jólum, meðan KÍ og Magne Hoseth vóru í Lille í Fraklandi, at kreftir í Start Kristiansand, sum spælir í næstbestu deildini, arbeiddu við at keypa Magna Hoseth nú beinanvegin, og at felagið ætlaði at geva ítróttarstjóranum sekkin og at sleppa sær av við venjaran, sum er sáttmálabundin eitt ár aftrat.

Tá segði Magne Hoseth, at hann ikki hevði tosað við norska felagið, og umboðsmaðurin hjá Magna Hoseth staðfesti, at venjarin er sáttmálabundin í Klaksvík í eitt ár aftrat.

Í dag er søgan um Magna Hoseth og Start Kristiansand aftur á breddanum í TV2 í Norra.

Ítróttarstjórin í Start hevur fingið sekkin, og nú sigur heimasíðan tv2.no seg vita frá blaðnum Fædrelandsvennen, at tað verður arbeitt við fráfaringaravtalu, so venjarin Sindre Hjelmeland fer úr starvinum nú beinanvegin. Tað fer so aftur at bera við sær, at Magne Hoseth verður venjari hjá Start Kristiansand í 2024.

Í Klaksvík og KÍ er veruleikin, at Magne Hoseth eftir vetrarfrí er á veg aftur til Klaksvíkar og KÍ. Í fjør var hann einsamallur, men nú flyta konan og børnini við honum til Klaksvíkar, har íbúð verður riggað til.

KÍ spælararnir hava havt frí síðani, teir 14. desember spældu í Lille í Fraklandi. Í næstu viku eru teir boðsendir at venja aftur.

Umboðsmaður hjá Magne Hoseth er Sverre Mauseth, og hann sigur soleiðis við TV2.no:

-Eg havi onga viðmerking til at Start tosar við Sindre Tjelmeland um fráfaringaravtalu. Magne heldur seg til sáttmálan við KÍ, og nú sunnudagin fara hann og familjan til Klaksvíkar.