KÍ skrivaði aftur í kvøld føroyska fótbóltssøgu. Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað føroyskum felag at vinna í europeiskum bólkaspæli. 3-0 heimasigurin ímóti slovenska Olimpija Ljubljana ber við sær, at 3,7 milliónir krónur verða fluttar KÍ.
Men tað vóru ikki pengarnir, sum vóru fremst í huga hjá teimum í KÍ leguni, tá ið týski dómarin Harm Osmers hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 3-0.
René Shaki Joensen rann inn úr vinstru og setti eftir innlegg frá Árna Frederiksberg bóltin í málið, og so var 1-0. Tá var hálvur tími farin, og lítla løtu undan steðginum økti Páll A. Klettskarð um munin til 2-0. Jóannes K. Danielsen átti framleggingina úr høgru, men Páll var trongdur og megnaði at sneiða seg leysan av tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið og so var 2-0.
Sum í 1. hálvleiki so løgdu gestirnir ágangandi fyri eftir steðgin, men – eins og í 1. hálvleiki – so eydnaðist tað bara at mynda ein møguleika, og úr honum spurdist einki burturúr.
Eins og størsta partin av 1. hálvleiki gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá KÍ, og tá ið Jákup B. Andreasen eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum stýrdi bóltin í málið og tað var 3-0, kendist tað sum um, at nú fór KÍ at megna at halda tørn.
Olimpija Ljubljana menninir royndu og royndu, men teir megnaðu ikki at spæla seg til møguleikar. Tá ið teir sendu úr borðunum og inn undir málið, vóru røsku klaksvíkingarnir fremstir og hægstir, og tá ið teir royndu at samanspæla eitt tvey mitt fyri málinum, var verjan sum bergið og altíð ein ella tveir fleiri bláir um bóltin, enn tað vóru mótstøðumenn.
-Vit høvdu støðugt góða kenslu um, at hetta fór at ganga, segði Páll A. Klettskarð, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg og í kvøld var málskjútti, við Rúna á Reynatrøð í FM1.
-Vit fóru á vøllin við tí ætlan, at í kvøld fóru vit at megna heilt stórt úrslit. Munurin á vøllinum var ikki 3-0, og vit vistu, at teir hava góðan bóltførleika. Men vit megnaðu at varðveita skipanina av liðnum, og so vistu vit, at okkara møguleikar fóru at koma, og vit fingu stóra úrtøku, sigur Jákup B. Andreasen, liðformaðurin og miðvallarin, sum saman við Luc Kassi var eyðsýndur mitt fyri.
Liðavrikið var eyðkent at fínum hugburði, stórum arbeiðssemi og av, at spælararnir eiga royndirnar, sum eru so avgerandi í sovornum dystum, tá ið tað er neyðugt at halda høvdið kalt.
KÍ venjarin Magne Hoseth var ovurfegin yvir úrslitið. Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var hann longu farin at hugsa um næstu uppgávurnar:
-Tað kom illa við, at Odmar Færø var sjúkur og ikki førur fyri at spæla. Eg spurdi Heina Vatnsdal, sum leingi hevur verið skaddur, um hann var førur fyri at spæla. Hann játtaði, og hann var góður. Men hann verður heilt víst ikki á liðnum sunnudagin, tá ið Víkingur verður gestur í Klaksvík. Vit ætla okkum at enda kappingarárið frammanfyri okkara áskoðarum við at vinna trý stig. Vit fara á vøllin við besta liðnum, sum tað ber til at seta, og so fara næstu dagarnir at vísa, hvussu spælararnir eru fyri eftir stóra avrikið í kvøld, sigur Magne Hoseth í samrøðu við FM1.
Annan hósdag fer KÍ at spæla í slovenska høvuðsstaðnum Ljubljana. Um tað tá fer at eydnast at vinna fulla úrtøku, so verður KÍ ikki so langt frá at vinna næstfremsta plássið í bólkinum og harvið víðari luttøku í Europa Conference League. Tað hjálpti væl til, at franska Lille í kvøld á heimavølli vann 2-1 ímóti Slovan Bratislava.
-Eftir síðsta umfar í landskappingini og dystin ímóti Víkingi hava vit fyri fyrstu ferð í langa tíð møguleika í meiri enn eina viku at venja við øllum spælarunum. Vit fara niður til Slovenia við ætlan um at vinna øll stigini. Í kvøld var leikliga avrikið betri, enn tað var, tá ið tað á heimavølli endaði 0-0 ímóti Lille. Okkara tordu betri at hava bóltin í kvøld, og um vit skulu hugsa um at vinna í Slovenia, so verður neyðugt við uppaftur betri avriki. Í kvøld roknaði eg okkara møguleika at vera 40%. Í Ljubljana rokni eg okkara møguleika at vera 30%. Tað vil siga, at tað verður torført, men tað vil ikki siga, at tað ikki er møguleiki fyri, at vit kunnu vinna, sigur Magne Hoseth í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1.
KÍ – Olimpija Ljubljana 3-0 (2-0)
1-0: René Shaki Joensen 30.
2-0: Páll A. Klettskarð 44.
3-0: Jákup B. Andreasen 54.
Nils Jonatan Johansson – Deni Pavlovic (Hallur Hansson, 62.) Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 72.), Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen (Mads Bo Mikkelsen, 83.), Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva (Claes Philip Kronberg, 62.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Sivert Gussiås, 72.), René Shaki Joensen
Á KÍ beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Ahmed Latif og Jóhan Josephsen.
Venjari: Magne Hoseth