Magna tikið sæti á tingi
Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin
21. mai 2024 kl. 14:00
Magna er 37 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Magna er eisini virkin í skúlaarbeiði, har hon millum annað er forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. Magna tekur sæti á løgtingi fyri Jóhannes Joensen, sum er í farloyvi
Javnaðarflokkurin ynskir Magnu hjartaliga vælkomnari á ting.