Magn hevur sett nýggjan stjóra frá 1. apríl

Orkufelagið, Magn, hevur fingið nýggjan stjóra. Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Síðani 2017 hevur hann annars verið stjóri í GroAqua, sum fyrr var JT Electric, á Kambsdali.

Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 10:20

Orkufelagið, Magn, hevur fingið nýggjan stjóra. Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Síðani 2017 hevur hann annars verið stjóri í GroAqua, sum fyrr var JT Electric, á Kambsdali.

Suni er maskinmeistari og íløguráðgevari, og hesi seinastu 25 árini hevur hann arbeitt í nógvum vinnum, bæði sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju, maskinmaður hjá Maersk, íløguráðgevari í Betri Banka, sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone, og hesi seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua. 

Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari í privata vinnulívinum. Tað var serliga fyri avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og at menna GroAqua frá einari miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð, og tað var gjørt við einum nútímans leiðsluhátti og framfýsnari virkismentan. 

Suni er 43 ár, og býr í Leirvík saman við konuni Elly Justinussen og teirra 4 børnum. Hann byrjar í starvinum sum stjóri í Magn 1. apríl.

Orkufelagið Magn verður í ár 100 ár. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. Umframt at selja olju, hevur Magn, saman við Lív, bygt vindmylluverkið í Flatnahaga við seks vindmyllum. Umleið 155 fólk starvast hjá Magn.