Mæti listamaðurin undir Varða

Kringvarp Føroya fer í næstum at senda nýggja sjónvarpsrøð í fimm pørtum um skaldið og listamannin William Heinesen. Fyrstu partarnir verða sendir á páskum

William Heinesen er uttan iva tann kendasti føroyski rithøvundin nakrantíð. Nú kemur ein sendirøð um hann í Kringvarpi Føroya. Hon er í fimm pørtum og teir fyrstu verða sendir nú um páskirnar
Suni Merkistein
11. apríl 2022 kl. 15:17

William er tann navnframasti føroyski rithøvundurin í útlondum. Skaldskapur hansara er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels. Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.

Føroyingar himpraðust kortini at taka William til sín. Í nógv ár tóktust fleiri at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum.  William var vinstrahallur NATO-andstøðingur, og tað dámdi heldur ikki øllum.

Tað, ið niðanfyri sæst at lesa um William og skaldskap hansara, er tikið úr bókmentasøguni, ið Árni Dahl skrivaði í 1980:

 

Skrivaði á donskum
Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld.

Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað »fínara« fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

Úr hesum umhvørvi stíga í 1920-unum fram tveir skrivandi unglingar, sum koma at geva okkum dýran og stóran skaldskap, sum gjørdu navnið Føroyar gitið víða um lond. Vinmenninir William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

 

Havnarmaður
William Heinesen vaks upp í Havn. Sum elsti sonur ein handilsmann og reiðara varð hann settur í keypmanslæru í Keypmannahavn. Men hugurin at skriva og tekna fekk hann tíðliga at fara undir listaligar royndir, og fyrsta yrkingasavn hansara kom út longu í 1921. Hann leitaði skjótt heim aftur og búði so í Havn alt sítt lív.

Eftir tær fyrstu sosialu skaldsøgurnar í 1930-árunum gjørdist hesin lítli høvuðsstaðurin í stórhavinum so við og við høvuðsevnið í hansara skaldsøgum og stuttsøgum, og hesin heimstaður hansara er fyri hann bæði heimsins nalvi og tornið á heimsins enda.

“Hvør man sannorðaður duga at siga frá tí bletti á jørðini, har hann er føddur og uppvaksin? Havnin man ikki skara framúr til vakurleika uttan, ikki man hon liggja fyri á nakran sjáldsaman hátt ella rósa sær av at útinna tað, ið óvanligt er. Hon er bert eitt lítið mannabýli millum fjals og fjøru. Men henda bygdin er ikki bert høvuðsstaður í lítlum oyggjalandi; hon er sanniliga eisini miðdepilin í øllum heiminum! Her var tað, at sól og máni vístu seg á fyrsta sinni, her er staðurin, har nátt og dagur vórðu til, her valdar enn hitt suðandi frummyrkrið, haðani allir lutir komu og spruttu í fagran blóma. Úr takglugga í hini gomlu Havnini komst tú á fyrsta sinni á eygnatal við Sjeystjørnuna og kendi ævinleikans koss á enni tínum”.

Soleiðis byrjar William Heinesen lýsing av heimbýi sínum, har hann varð borin í heim ár 1900.

Aftan á barna- og skúlaár í Havnini, har hann til skúlafelagar hevði m.a. skyldmannin Jørgen-Frantz Jacobsen og Chr. Matras, fór hann í 1916 eftir faðirsins vilja á keypmansskúla í Keypmannahavn. Men keypmansskapur hevði ongantíð hansara stóra áhuga — hann vildi skriva. Eitt skifti var hann í blaðmannalæru á »Ringsted Folketidende«, men støðaðist ikki við tað.

Í Keypmannahavnarárunum kom fyrsta yrkingasavn hansara, men maður kundi ikki liva av at skriva yrkingar. Hann leitaði heim aftur og fór at arbeiða í krambúð faðirsins. Her starvaðist hann, til skaldsøguskriving hansara hevði vunnið viðurkenning og hann sostatt kundi sleppa keypmansstarvi sínum og halga sær skrivingini burturav.

Hann er heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og á áttati ára føðingardegi sínum gjørdist hann heiðursborgari í Tórshavnar bý.

Hann doyði í 1991.

Bókmentaverk
Tað var í 1921, at William Heinesen – 20 ára gamal – steig fram sum yrkjari við savninum »Arktiske elegier og andre digte«. Bundni skaldskapur hansara fellur náttúrliga í tveir høvuðspartar: Tey fimm søvnini, ið komu út undan seinna heimsbardaga, rúma í høvuðsheitum hátónandi náttúruskaldskap; grasið grønkar, tú hoyrir havsins andalag, stjørnurnar eru vinir tínir og onkustaðni undir veldigum himmalhválvi stendur hin veiki skapningurin, menniskjað, og má viðganga:

»En stund er vort liv ved havets

bred, havets liv varer evigt

ved!«

Tá tey bæði seinnu søvnini komu, »Hymne og harmsang« (1961) og »Panorama med regnbue« (1972), var tað stóra ragnarrokið, heimskríggið, lagt aftur um bak, og yrkjarin búnaður til eina samfelagsliga støðutakan móti kúging og kríggi.

Fyrstu skaldsøgu sína, »Blæsende gry« læt William Heinesen úr hondum í 1934, og hóast flest allir bókametarar vóru á einum máli um, at bókin var ov leys í bygging, so vóru teir eisini samdir um, at í hesum rithøvunda búðu evni til stóran skaldsøguskrivara.

Við aðru skaldsøgu síni »Noatun«, 1938, sló William navn sítt fast millum fremstu skaldsøguhøvundar, ið skriva á donskum.

Í hesi skaldsøgu viðger hann fíggjarligu trongtíðirnar fyrst í 1930-árunum, tá keypmenn fara av knóranum og verkafólk nóg illa fáa matartuggu at leggja í munnin. Hóast mangar daprar løtur, so er hendan frásøgnin um niðursetufólkini í Deyðamansdali bæði ljós og lívsjáttandi. Herjað av hungri og illgruna, víðgongdum átrúnaðarvirki og øðrum mótburði ivast tey frægastu av niðursetufólkunum á hesum trølsliga plássi ongantíð um, at lívið hóast alt er vert at liva. Tey sigra eisini umsíður.

Í »Den sorte gryde«, 1948, tekur høvundurin til viðgerðar hesa avlagaðu tíðina undir seinna heimsbardaga, tá viðurskifti broytast so kollveltandi. Tú hittir her pengagrísku reiðararnar, sum inni á flógvari skrivstovu kunnu fegnast um gullstreymin, ið floymir niður í teirra lumma, meðan fiskimaðurin vágar lívið á skipsdekki í minulagdum vandasjógvi; tú hittir eisini í hesum sjóðandi potti flogsutar ungmoyggjar, sleiskar blaðstjórar, drykkjumenn og hálvørar prædikumenn. Bókin er eitt hvast álop á tey fólk, sum nýta hurlivasan, sum av krígnum stendst, til at skúma róman, sum í skinni eru gudiligast og best, men í sinni kraddarar og gudloysingar.

Í teim trimum skaldsøgunum: »De fortabte spillemænd«, 1950, »Moder Syvstjerne«, 1952 og »Tårnet ved verdens ende«, 1976, tekur høvundurin tilfar úr heimbýi sínum, sum hann minnist sum barn. Sama umhvørvið lýsir hann ógvuliga ofta í stuttsøgumsínum.

Heilt burturúr líkist søguliga skaldsøgan »Det gode háb«, 1964. Hon er ein roynd at lýsa daprastu tíð í Føroya søgu, hina sonevndu Gablatíðina. Hendingarnar fara fram um miðja 17. øld og byggja fyri ein stóran part á veruligar hendingar, sum eru til skjals í tingbókum okkara. Høvuðspersónurin Peder Børresen er avmyndaður eftir danska prestinum Lucas Debes, ið var prestur í Suðurstreymoy 1652 — 1675.

Sum siðsøgulig lýsing er »Det gode håb« valaverk — viðmerkjast skal, at høvundurin við vilja letur bókina í fornan danskan málbúna — men hon er meir enn umhvørvislýsing. Hon er eitt lívsjáttandi lovkvæði til frælsið og til stríðsmannin, sum hóast fúlastu útspilling og lokabrøgd ikki bukkar undir, men førir frælsishugsjónir sínar til sigurs.

Í 1975, á 75-ára føðingardegi høvundans, komu fimm av skaldsøgunum út í føroyskari týðing: »Blæsende gry« við heitinum »Degningsvindar« (Chr. Matras týddi), »Noatun« við heitinum »Nóatún« (Áshild Olsen týddi), »Den sorte gryde« við heitinum »Í sortanum« (Bjarni Niclasen týddi), »De fortabte spillemænd« við heitinum «Glataðu spælimenninir« (Heðin Brú týddi) og »Moder Syvstjerne« við heitinum »Móðir sjeystjørna« (Heðin Brú týddi). Árið eftir komu í føroyskari týðing skaldsøgan »Tornið á heimsins enda« (Hans Thomsen týddi) og savn av úrvaldum søgum »Himinin brosar« (Chr. Matras týddi).

 

 -----------------------------------------

 

Føgur orð

Tað er ikki yvir at dylja, at William varð hámettur sum rithøvundur í Danmark og víða hvar í útlondum. Her er kut úr ummælum í donskum bløðum, tá seinasta skaldsøgan, Tornið á heimsins enda, kom í 1976:

Donsku avísirnar um "Tårnet ved verdens ende" (1976):

Berlingske Tidende (Jens Kistrup):

"Tårnet ved verdens ende" er et typisk eksempel på den geniale uudtømmelighed í William Heinesens kunst.

 

BT (Christian Bernhardsen):

Det er en bog man hengiver sig til og bliver svimmel af. Mageløs i sin udforskning av livets mysterier.

 

Politiken (Bent Mohn):

William Heinesens dejligste erindringsroman. Men poesien løfter den højt, gør den kosmisk og universel.

 

Ekstrabladet (Ole Schrøder):

Her har vi Heinesen som den sande, fabulerende mystiker, den medrivende fortæller og essayist. Et poetisk, dramatisk mesterværk.

 

Weekendavisen (Marie-Louise Paludan):

Han spiller sin melodiske molskala på det dejligste danske sprog, og han er så klog på lykke og ulykke, som næsten ingen anden i Kongeriget.

 

Kristeligt Dagblad (Asger Sørensen):

Nordens dejligste digter. En mageløs poet, gudbenådet stilist og ung af sind.

---------------------------------------------------------

Heiðraður og viðurkendur

Willian fekk eitt ótal av prísum og virðislønum fyri sína list - mest í útlondum, men eisini í Føroyum.

Her eru  nøkur dømi:

M.A. Jacobsens virðislønin fyri fagrar bókmentir 1975 - grundgeving:

Í yrking síni og frásagnarlist, ið lýsa av mannavitan og skemtingarlyndi hevur William Heinesen lyft tað sum er føroyskt upp á eitt heimsbókmentaligt stig. Hann skrivar á donskum, men er føroyskur. Hann hevur við verkum sínum helst meira enn nakar annar gjørt vart við Føroyar úti í heimi.

 

Heiðurborgari í Havn 1980 - grundgevinigin:

Hóast William Heinesen hevur ferðast víða um lond, bæði sjálvur og í list síni, so hevur føðibýur hansara altíð verið tryggi miðdepilin í hansara fjølbroytta verki. Umframt við síni list at hava gjørt okkum kend við ein ríkan heim í okkara egna býi hevur hann meira enn nakar annar gjørt bý okkara kendan um allan heim.

 

Sonning-virðislønin 1985 - brot úr røðu Ove Nathans, lektari á Københavns Universitet:

Du er med rette elsket af mange, mange læsere, ikke blot i Norden, men over hele Europa. Som  en, der kender dig godt, har sagt: så sidder du oppe på din klippeø som vore dages Goethe, og gør Thorshavn til et andet Weimar. Og selv om Sonningprisen tildeles dig og ikke verdens allermindste land, så er det dog dejligt at prisoverrækkelsen til forfatteren William Heinesen fæstner opmærksomheden på de Færøer, som gennem deres natur og kultur har tryllebundet og fascineret så mange besøgende gennem tiderne. Det er en mærkelig og magisk udstråling, der kommer fra dette lille område med dets få mennesker, ikke flere end der rummes i en middelstor dansk provinsby, men produktive og kreative i usædvanlig målestok. Men jeg vil dog gerne have lov til at sige dig tak for den kæmpeindsats du har ydet gennem et langt forfatterliv, hvor du har givet det danske sprog den mest udsøgte behandling. Det er en meget stor fornøjelse at få lov til at overrække dig Sonningprisen.

---------------------------------------------------------

Virðislønir:

Holberg Medaillen 1960

Limur í Det Danske Akademi frá 1961

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 1965

Emil Aarestrup Medaillen 1968

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens 1975

Dansk Forfatterforenings H. C. Andersen Legat 1979

Kritikerprisen 1980

Heiðursborgari í Havn 1980

Ingenio et arti 1981

Gelsted-Kirk-Scherfig-Prisen 1984

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 1984

Karen Blixen-medaljen 1985

Sonningprisen 1985

Svenska Akademiens Nordiska Pris 1987

Í uppskoti til bókmentavirðisløn Nobels

------------------------------------------- 

Sendirøðin:

Tað eru ikki færri enn fimm sendingar í røðini um William Heinesen, sum Kringvarpið fer undir at senda á páskum.

1. partur: William – sveimandi ungdómsár
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum. Ætlanin hjá pápanum at fáa soninum eina handilsskúlaútbúgving verður tí av ongum. Útisetaárini saman við barndómsvinmanninum Jørgen-Frantz Jacobsen eru kortini ikki til fánýtis. Í Keypmannahavn kennir hann salta rákan av mentan og list, her hittir hann javnlíkar, og fær smakkin av øllum tí søta, sum stórbýurin lokkar við. William stígur inn í danska bókmentaumhvørvið. Hann hittir skaldið og forlagsráðgevan Otto Gelsted, ið hjálpir honum á leið. Trý yrkingasøvn koma út í 20-árunum. Men smátt er hjá tí, sum ætlar at lívbjarga sær sum yrkjari; William fer tí aftur til Føroyar og í handilin hjá pápanum í Vágsbotni. 20-árini í Havn eru trilvandi. William lesur og skrivar, hann ætlar sær at gerast skaldsøguhøvundur, men forlagið havnar tí, sum hann sendir teimum. Hann fæst eisini við at mála og smíða tónleik, hann fær áhuga fyri leiklistini og fer upp í Havnar Sjónleikarfelag. Mest reikar hann kortini millum Bacchus og Afrodite. Hann flytur heimanífrá og fær sær tilhald í barndómsheiminum í Bringsnagøtu. Har hugsavnar hann seg um sítt listarliga arbeiðið, tá ið hann er leysur av dagligu uppgávunum í handlinum hjá pápanum.

 

2. partur: William – familjumaður og gjøgnumbrot
Tað er í tretivuárunum, at tað brestur fyri nev hjá Williami. William hittir nú kvinnuna, sum verður hansara, og vissar honum eitt neyðugt støðufesti og stavnhald. Hann og Lisa, sum er ættað av Signabø, seta seg niður í nýggjum húsum uppi undir Varða, langt omanfyri býin. Tey fáa tríggjar synir. William hevur framvegis sítt dagliga yrki í handlinum hjá pápanum, men kýtir seg samstundis at skriva og senda forlagnum í Danmark síni handrit. Til endans bragdar, og í 1934 kemur fyrsta skaldsøgan, Blæsende gry. Ein smátta verður bygd á heygnum omanfyri húsini. Hon verður hansara skaldabýli. Sum árini ganga, birtist eitt ávíst listamannaumhvørvi har um vegir. Tveir av góðu vinmonnunum, Heðin Brú og Christian Matras, seta eisini búgv uppi undir Varða, og verða grannar hjá Williami. Í smáttuni uppi á heygnum skrivar hann tær søgurnar, sum Gyldendal letur prenta árini eftir krígslok, og sum vissa honum hitt stóra gjøgnumbrotið sum rithøvundur. Frálíku ummælini veita honum nógvar lesarar, fyrst í Danmark og øðrum norðurlondum, seinni verður hann lisin víða hvar í Evropa við. Øðrvísi er í Føroyum. Her tykjast summi at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum. Men William er farin á flog móti hæddunum, og lívsdreymurin um at virka sum rithøvundur burturav hómast nú í firruni.

3. partur: William- himinin brosar
Fyrst í fimtiárunum fer Heinesen-handilin í Vágsbotni av knóranum. William má nú bjarga sær sum frægast. Myndlistin var honum nú hent, tí væl lá fyri at selja málningar og pastellmyndir. Men bøkur hansara verða nú lisnar í so nógvum londum, at hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Hann fer at skriva stuttsøgur, og tær verða ikki minni fagnaðar enn skaldsøgurnar. William er eftir fáum árum vorðin víðagitin rithøvundur, og í ummælum verður hann róstur til skýggja og mettur saman við fremstu rithøvundar úti í heimi. William eftirlíkar at skriva leikrit til film, sum danski leikstjórin, Erik Balling, fer undir, men tann royndin eydnast minni væl. Samstundis hevur hann í gerð stóra skaldsøgu, "Det gode håb", sum hann í 1965 verður heiðraður fyri við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Hann verður limur av Danska Akademinum, og varpar skærar og kátar litir á fundirnar hjá hesari háttvirdu samkomu. Tveir av guddómligu máttunum, ið hann sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Gratiurnar - musurnar - trøllagenturnar - hava øll árini veitt honum listarligan íblástur. Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi.

 

4. partur: William – glataði spælimaðurin
Aldur bítur ikki rættiliga á hjá Williami. Listarligi login slóknar ikki, sum han eldist, men lýsir støðugt bjartur. Hin innari login kólnar heldur ikki. Alskurin til kvinnuna stendur við. Musurnar fylkjast um hann. Tað er, sum dukar ein lívsjáttandi máttur innan í honum upp í ellisár. Yndismusan, Else Lidegaard, sum hevur skrivað bók um seg og William, sigur frá serstaka vinalagnum teirra millum. Tá William um sjeyti ára aldur gevst at yrkja og smíða tónleik, tekur hann upp nýggjan skapandi tátt; klippini. Yngri tónlistamenn leita sær íblástur úr hansara tekstum, fleiri av plátunum, sum felagið Tutl gevur út, anda av Williamskum skaldskapi. Í Føroyum verða fleiri av søgum hansara settar upp á palli - abbadóttirin Lisa, ið sjálv er farin listaligu leiðina, kemur heim at vera búnasniðgevi, tá leikurin um Móðir Sjeystørnu verður framførdur. William er uppi í friðargongum móti vápnakappdubbingini í 80-unum, og tað er brenni á bálið hjá teimum, sum halda, at hann er ov vinstrahallur. Best sum fleiri eru farin at halda, at hann er slóknaður sum rithøvundur, tekur hann øll á bóli. Nakrar av perlunum koma nústani. Fyrst "Tornið á heimsins enda", og sum 85 ára gamal letur hann okkum seinasta meistaraverkið: Laterna Magica.

5. partur: William – gandaljós á ellisárum
William er vorðin gamal maður, tá ið hann loksins verður heiðraður í sínum heimlandi. Á 75 ára føðingardegnum gevur forlagið Bókagarður út nakrar av skaldsøgum hansara í føroyskari týðing. Sama ár fær hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Á 80 ára degnum tilnevnir Tórshavnar Býráð William til heiðursborgara í Havn. Um hetta mundið ganga tíðindi um, at bókmentavirðisløn Nobels fer at verða latin Williami, men líkt er til, at William sjálvur ber seg undan at fáa hesa viðurkenning. Sum grundgeving nevndi hann sjálvur, at fekk ein dansktmæltur høvundur í Føroyum slíka virðisløn, fór tað at tarna royndunum at vinna føroyskum støðu sum sjálvstøðugt bókamál. Hann fær í staðin bókmentavirðislønina hjá svenska akademinum, og í 1985 verður hann heiðraður við stórfingnu Sonning-virðislønini. Og á 90 ára føðingardegnum gongur stór mannamúgva við kyndlum niðan undir Varða at heilsa skaldinum.

Tjúgu fólk eru við í sendingunum um William:

Zacharias Heinesen

Heine Heinesen

Elisa Heinesen

Jógvan Isaksen

Bergur Rønne Moberg

Else Lidegaard

Bárður Jákupsson

Oddvør Johansen

Ann Ellefsen

Carl Jóhan Jensen

Egi Dam

Eyðun Johannessen

Hanus Kamban

Jóanes Nielsen

Malan Marnersdóttir

Torben Brostrøm

Niels Barfoed

Per Stig Møller

Suzanne Brøgger

Sunleif Rasmussen

 

Tað eru Suni Merkistein, Hans Petur Hansen og Ivan Hentze Niclasen, ið hava lagt til rættis.