Mærsk skal grønka

Mærsk og DTU arbeiða saman um at finna eina grøna loysn til skipsvinnuna og minka um vakstrarhúsgass.

Bryndis Hjartardóttir
18. februar 2020 kl. 12:07

Mærsk og DTU eru farin at samstarva um at minka um vakstrarhúsgass.

Heimsins stórsta shippingfyritøka ætlar at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, ið stavar frá teirra bingjuskipum, niður í einki. Ætlanin er, at flotin hjá Mærsk skal vera grønur í 2050.
Fyri at náa teirra grøna máli er Mærsk farin at arbeiða saman við danska universitetinum DTU um at finna eina loysn.

Sum heimsins stórsta shipping fyritøka hevur Mærsk eitt risa stórt útlát av vakstrarhúsgassum, útlátið er á sama støði sum alt Danmark tilsamans. Um fyritøkan skal klára at náa málinum, er neyðugt at finna eina loysn og skifta flotan út sum skjótast. Eitt vanligt bingjuskip heldur vanliga í 25 ár sambært Mærsk og tí mugu nýggju loysnirnar helst vera klára í 2030.

Ti eru Mærsk og DTU farin undir verkætlanina Clean Shipping on Green Fuel saman við fleiri øðrum stórum fyritøkum úr Danmark og Kina. Verkælanin arbeiður við at finna útav, hvussu grøna brennievnið dimethyletur (DME) kann framleiðast og brúkast sum brennievnið til dielselmotorarnar, ið verða nýttir á skipum.

DME er eitt brennievnið, sum kann framleiðast burðardygt úr lívmegn og í mun til aðar grønar loysnir, er tað eitt gott dieselbrennievni. Tað er hetta sum ger, at DME kann verða grøna loysnin á sjónum.

Um verkætlanin eydnast kann roknast við einari meira burðadyggari loysn í mun til vakstrahúsgassum, og hetta kann slóða fyri eini grønari loysn, ikki bert á sjónum, men fyri allan flutningsgeiðran.