Eisini Maskinmeistarafelagið mælir nú Løgtinginum frá at leggja seg út í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Í einum almennum boðum heitir Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelag, staðiliga á allar løgtingslimir um ikki at taka undir við lógaruppskotinum at leggj seg út í verkfallið.
Verður uppskotið samtykt, máar tað álitið á landsins leiðslu, burtur, samstundis sum at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, standa fyri at skula samráðast um tíggjutals sáttmálar, sigur hann.
Verður tað kortini samtykt, verða allar avtalur um mannagongdir, til dømis í sambandi fráboðanarfreistir, gjørdar til einkis.
Samstundis fer hetta inntrivið ikki á nakran hátt, at skundar undir nakra loysn á sáttmálatrætuni.
– Tað er mín inniliga vón, at okkara høga Løgting vil verja borg um okkara fólkaræði, og steðga royndini hjá landsstýrinum at gera seg inn á frælsa samráðingarrættin, sigur Arnfinn Bech.