Íslendska løgreglan hevur nú handtikið mannin, sum er undir illgruna fyri at hava latið eitt skot av inni á Dubliners í miðbýnum í Reykjavík sunnukvøldið, eftir at løgreglan fekk nøkur tipp frá almenninginum, og eisini við hjálp frá vakmyndatól í miðbýnum.
Maðurin verður avhoyrdur í dag, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Maðurin, sum er í tríatiárunum, hevur verið eftirlýstur síðan klokkan átta sunnukvøldið, eftir at hann fór inn á Dubliner í miðbýnum í Reykjavík, læt eitt skot av og rýmdi síðan frá staðnum. Skotið rakti veggin við barrdiskin.
Eygnavitni á staðnum siga sambært Vísir, at talan var ivaleyst um eina høglbyrsu, tí høgl vóru at síggja í vegginum, og á einum skelti oman fyri barrdiskin.
Vápnað løgregla var saman við sjúkrabili skjótt á staðnum. Eingin fekk álvarsligan skaða av tilburðinum, men eitt fólk hevði meiðslað sær høvdið, meðan eitt annað fólk óttaðist, at skotið hevði gjørt skaða á hoyrnina.
Løgreglan hevur váttað, at skotvápnið varð funnið skamt frá Dubliners, men skotmaðurin er ikki funnin enn.