Gittarleikarin, sangskrivarin og tónleikaframleiðarin Michael Bruun, sum spældi við tónleikabólkunum Tøsedreng og Ray Dee Ohh er deyður 70 ára gamal.
Men tað eru nokk tey fægstu sum vita, at Michael Bruun var maðurin, ið bæði gjørdi lagið og framleiddi kenda danska fótbóltssangin "Re-Sepp-Ten", sum hvørt mansbarn í Føroyum sang seinast í 80-unum, tá ung og vaksin í Føroyum hildu við Danmark, áðrenn Føroyar fingu viðurkenning og limaskap í altjóða fótbólti.
- Vit eru ótrúliga kedd um at hava mist pápa okkara, sum fer at verða nógv saknaður. Hann var ein eymur pápi og ein stórur íblástur fyri okkum øll. Vit eru takksom fyri okkara tíð saman, skriva hansara trý børn í einum felagsskrivi til Ekstra Blaðið.
Deyðsorsøkin er enn ikki kend.
Hoyr Re-Sepp-Ten her: