Maðurin, ið stjól 'skríggið', er deyður
Pål Enger stjól listaverkið, 'skríggið', hjá Edvard Munch fyri 30 árum síðani
Ragnar Sjúrðarson
30. juni 2024 kl. 13:20
Fyrrverandi yrkisfótbóltsleikarin og listatjóvurin Pål Enger er deyður, 57 ára gamal.
Tað skrivar norska Dagbladet.
Pål Enger bleiv heimskendur, tá hann í 1994 stjól málningin 'Skríggið', ið er málaður av Edvard Munch, frá norska tjóðarsavninum.
Pål Enger hevur framt eina røð av øðrum merskisverdum stuldri.
Seinast í 2016 varð hann dømdur fyri at stjala 15 listaverk, ið tilsamans vóru verd 653.000 norskar krónur.