20 ára gamli Thomas Matthew Crooks, sum eftir øllum at døma stóð handan morðroyndina ímóti fyrrverandi forsetanum Donald Trump, hevði søkt eftir drápinum av John F. Kennedy á netinum, áðrenn hann skeyt Trump.
Tað upplýsti Chris Wray, stjóri í FBI, í nátt føroyska tíð fyri einum úrvali av politikarum í Umboðsmannatinginum, sambært Reuters.
Trump, sum fyrr í mánaðanum bleiv valdur til forsetavalevni hjá Republikanarunum, varð strokin av einum skoti í høgra oyra, undir einum veljarafundi í statinum Pennsylvania tann 13. Juli.
Hann kom ikki álvarsliga til skaða.
Ein maður millum áhoyrarnar lat lív, og tveir aðrir vórðu særdir.
Thomas Matthew Crooks varð skotin og dripin av skjúttum hjá Secret Service, eftir at Donald Trump og hinir tríggir mennirnir vórðu raktir av skotum.
Brotsmaðurin lá á einum taki umleið 135 metrar frá Trump, sum helt eina røðu á pallinum, tá hann byrjaði at skjóta.
Sambært Chris Wray bleiv Thomas Matthew Crooks “sera savnaður” um Trump og hansara veljarafund, eina viku áðrenn – umleið 6. Juli.
Hann hevði søkt á google “hvussu langt vekk var Oswald frá Kennedy?”.
Lee Harvey Oswald var ein amerikanskur goymslumaður, sum í 1963 varð handtikin og ákærdur fyri at drepa táverandi amerikanska forsetan, John F. Kennedy.
Forsetin varð skotin og dripin í býnum Dallas í statinum Texas.
Lee Harvey Oswald varð sama ár dripin av Jack Ruby, sum greiddi løgregluni frá, at hann vildi hevna forsetan og spara einkjuni hjá John F. Kennedy, Jacqueline Kennedy Onassis, frá at møta í rættinum.
Sambært CNN sigur Chris Way, at Thomas Matthew Crooks tveir tímar undan veljarafundinum, fleyg eina dronu nær staðnum har fundurin skuldi haldast til.
Dronan var í luftini í umleið 11 minuttir, ljóðar tað frá stjóranum í FBI.