Bagosora bleiv 80 ára gamal og doyði í einum fongsli í Mali, har hann sat ein 35 ára langan dóm fyri fólkamorðið í Ruanda í 1994 og at hava gjørt seg inn á mannaættina.
Hann varð dømdur av einum ST-dómstóli í Arusha í Tansania í 2008.
Í apríl 1994 bleiv flogfarið hjá forsetanum í Ruanda, Juvénal Habyarimana, skotið niður og forsetin doyði. Hendingin førdi til eitt fólkamorð í landinum, har stríð tók seg upp ímillum tey bæði størstu fólkasløgini í landinum, tutsiar og hutuar.
Fólkamorðið vardi í tríggjar mánaðir og tað verður mett, at millum 800.000 og 1,2 milliónir fólk mistu lívið í stríðnum, sum syndraði Ruanda, oyðilegði búskapin og gjørdi landið til eitt hitt fátækasta í heiminum.