Maður varð illur í sær í Rúsuni í Havn

Løgreglan tók mannin setti hann í brummuna

Tað kemur fyri Rúsuna at hava kundar, sum ikki duga sær hógv
Áki Bertholdsen
2. desember 2023 kl. 11:45

Á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna úr Rúsuni í Havn. Tað var ein kundi, sum varð so óður tí tey noktaði at selja honum nakað. Í Rúsuni hava tey eina greiða reglu og tað er, at fólk, sum eru sjónliga ávirkað av rúsdrekka, fáa ikki at keypa.

Løgreglan sigur, at hesin kundin varð so óður, tá ið tey noktaðu honum at keypa, at hann legði eftir starvsfólkinum og ímóti tí eina av starvsfólkunum var hann beinleiðis harðligur.

Legreglan sigur, at talan var ikki um nevnivert av harðakapi – men talan var kortini um harðskap og tí varð maðurin handtikin.

Hann varð tikin við á løgreglustøðina har hann varð avhoyrdur og hann játtaði seg sekan.

Seinni varð hann so leyslatin aftur, men hann hevur eina skuldseting við sær. Løgreglan sigur, at nú skulu løgfrøðingarnir gera av, hvat hann skal skuldsetast fyri, um hann verður skuldsettur fyri harðskap, ella um hann skal hava 3.000 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.