Sum vit áður hava skrivað, arbeiddi løgreglan við einum máli um harðskap, sum skal vera framdur á stóra tónleikatiltakinum, Tórsfest, sum var í Vágsbotni fríggjakvøldið og leygarnáttina.
Tá var málið eitt sindur ógreitt, men løgreglan sigur í morgun, at nú er endaliga staðfest, at talan var um harðskap.
Tey siga, at í hesum sambandi er ein maður skuldsettur fyri grovan harðskap fyri at hava sligið og sparka ein annan í andlitið og í høvdið.
Maðurin, sum var fyri harðskapi, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og har varð staðfest, at kjálkabeinið var brotið.
Løgreglan sigur, at tey vita hvør gerningsmaðurin er, og báði hann, og maðurin, sum var fyri harðskapi, skulu nú avhoyrast.
Upprunaliga var arbeitt við tí møguleikanum, at talan var um fleiri gerningsmenn, men løgreglan sigur, at kanska vóru fleiri fólk hjástødd, men tað var bara tann eini, sum framdi harðskapin.