Maður skotin til deyðis í Malmø

Frígjakvøldið var ein maður í 30unum skotin og dripin á Docentgatan í Malmø. Svenska løgreglan fekk boð um hendingina...

Alda Nielsdóttir
3. februar 2018 kl. 13:18

Frígjakvøldið var ein maður í 30unum skotin og dripin á Docentgatan í Malmø.

Svenska løgreglan fekk boð um hendingina klokkan uml. 8 fríggjakvøldið, og stutt eftir var løgreglan á staðnum.

Tveir menn eru handtiknir og undir illgruna fyri drápi. Teir handtiknu eru 34 og 49 ár, og teir verða avhoyrdir í dag.

Vaksandi kriminaliteturin í Svøríki er ræðandi, halda nógv, og Malmø hevur verið serliga hart rakt. Innflytarabandar sigast at vera orsøkin til ein stóran part av tí.

Í fjør var talið av drápsroyndum við skot methøgt. Hetta kravdi 40 mannalív, og 135 vórðu særd.

Kelda: Politiken