Er tað at gera mismun, um ein mammubólkur noktar einum manni við børnum at taka lut í bólkinum?
Nei, sigur danska Ligebehandlingsnævnet, ið hevur gjørt niðurstøðu í einum máli, har ein maður kendi seg vera fyri mismuni, tí hann ikki slapp við í ein mammubólk. Maðurin klagaði síðani til danska Ligebehandlingsnævnet, ið nú hevur gjørt úrskurð í málinum.
Hóast hetta, so metti nevndin, at tað vóru “roynveruligar umstøður” hjá mammubólkinum at nokta manninum at taka lut, ið merkti, at ein kundi hildið, at har var mismunur gjørdur vegna kynið hjá manninum.
Men hansara klaga varð víst burtur, tí tað, í hesum føri, handlaði um at “skapa neyðuga tryggleikan, og hjá mammubólkinum at kunna vera saman í trúnaði”, sum javnstøðunevndin metti vera eitt legitimt endamál.
Tann sannroyndin, at mammubólkurin var ætlaður til kvinnur, er tí bæði “hóskiligur og neyðugur fyri at uppfylla hetta endamálið”, stendur at lesa í niðurstøðuni hjá nevndini.
Her sæst samskiftið millum mannin og mammubólkin, sum maðurin síðani valdi at klaga um:
”Hej
Hermed anmodning om deltagelse ved Mødregruppen [navn] som mine børns far (familie).
Mine børn hedder [navn] og [navn] og bor i [klagers bopælskommune]”.
Í telduposti tann 11. Mai 2020 fær maðurin hetta aftursvarið:
”Hej [klager]
Tak for din mail.
Vores mødregruppe er en gruppe for mødre og deres spædbørn. Derfor må jeg desværre svarer nej til din anmodning om at deltage.
Fortsat god dag”.
Klagan bleiv móttikin í Ligebehandlingsnævnet tann 11. mai 2020, har maðurin klagaði avgerðina hjá mammubólkinum, og kom samstundis við einum endurgjaldskravi á 5.000 krónur, sum danska Ligebehandlingsnævnet nú hevur víst burtur.