Maður, ið setti eld á seg sjálvan í New York, er deyður
Maðurin vildi við hendingini gera vart við, at heimurin stendur fyri einum “apokalyptiskum fasistiskum heimskvetti”.
Ragnar Sjúrðarson
20. apríl 2024 kl. 15:18
Ein maður, ið setti eld á seg sjálvan uttanfyri eitt dómhús í New York, er deyður av løstum sínum.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, millum annað CNN.
Maðurin tveitti við lýsingaseðlum á staðnum, áðrenn hann stoytti vætu á seg sjálvan og festi í. Í dómhúsinum var fyrrverandi forsetin í USA Donald Trump á ákærubeinkinum.
Maðurin vildi gera vart við, at heimurin nærkast einum “apokalyptiskum fasistiskum heimskvetti”.
Løgreglan boðaði eftir hendingina frá, at hann hægst sannlíkt ikki fór at yvirliva.