Maður hevur lopið á trý fólk við eini hondgranat og knívi í Berlin
Týska løgreglan hevur handtikið ein 62 ára gamlan mann, eftir at trý fólk í gjárskvøldi vórðu særd
Ragnar Sjúrðarson
25. mars 2023 kl. 16:38
Brotsmaðurin birti í granatina við inngongdina í einum íbúðarblokki í uttara partinum av høvuðsstaðnum, upplýsir løgreglan sambært tíðindastovuni AP. Ein 61 ára gamal maður og tvær kvinnur ávíkavist 42 og 46 ára gamlar komu til skaða.
Eftirfylgjandi fór leyp brotsmaðurin á við knívi. Øll trý offrini blivu koyrd á sjúkrahúsið, og 61 ára gamal maðurin er í lívshættisligum standi, ljóðar tað frá løgregluni sambært tíðindastovuni.
Løgreglan handtók mannin nær gerningsstaðnum. Enn siga tey onki um orsøkin til álopið, ella um brotsmaðurin kendi offrini.