Flestum kunnugt so herjar ein øgilig kavaódn niðri í Danmark í løtuni. Í gjár var ein deyður maður funnin í kavanum á Bornholm.
Maðurin var meldaður horvin kl. 13:38. Løgreglan, ið hevði hundarnar við at leita, gjørdi skjótt av og fann mannin uppá ein hálvan tíma.
Maðurin varð sendur til sjúrkahúsið á Bornholm, har tey bert kunnu staðfesta, at maðurin var deyður.
Maðurin, sum var dementur, búði einsamallur. Javnan var fólk frá kommununi á hugdi inn til mannin. Tað vóru tey í meldaðu hann horvnan.
Løgreglan heldur ikki at nakar hevur gjørt seg inn á mannin. Løgreglan metur at maðurin, ið var dementur, hevur verið í ørðvitið og er blivin vilstur í nógva kavanum. Maðurin var eftir umstøðunum illa ílatin.
Maðurin var 54 ára gamal.
Kelda: TV2.dk