Mads úr Vendsyssel og í Vágar
Tveir nýggir 07 Vestur spælarar vera í flogfarinum í morgin
Jóannes Hansen
31. januar 2024 kl. 14:57
Tað vera tveir nýggir danskir spælarar á vøllinum á Dungasandi, tá ið 07 Vestur í annaðkvøld fer at venja.
Í gjárkvøldið var søgan, at bretski álopsspælarin Benni Smales-Brathwait verður í flogfarinum í morgin, og í dag er søgan, at ein verjukendur spælari verður saman við honum.
Tað er 20 ára gamli Mads Christiansen, sum eisini hevur spælt við Vendsyssel.
07 Vestur sigur, at Mads er 20 ára gamal, og hevur spælt á miðjuni og í miðverjuni. Hann hevur mestu royndirnar úr U19 fótbólti. Mads verður av Vendsyssel lýstur sum ein spælari sum dugir væl at lesa spælið og hevur eitt høgt støði við bóltinum.