Mads og Tórshavnar Big Band seta punktum fyri Vetrarjazzinum

Danski sangarin og saksofonisturin Mads Mathias og Tórshavnar Big Band enda ársins Vetrarjazz leygarkvøldið 29. januar í Norðurlandahúsinum klokkan 19.30

Tíðindaskriv
27. januar 2022 kl. 14:32

Í fjør summar setti hann gongd í London Jazz Festival saman við Seal og Angelique Kidjo. Nú endar hann Vetrarjazz her í Føroyum. Danski sangarin og saksofonisturin Mads Mathias kemur nærum beint frá Royal Albert Hall at spæla við Tórshavnar Big Bandi. Saman spæla tey konsert í Norðurlandahúsinum 29. januar klokkan 19.30 og enda harvið festivalin.

Við sínum nemandi framførslum, livandi sinnalagi og frálíku sangum hevur Mads Matthias fangað áhoyrarar í heimlandinum og m.a. í Bretlandi. Við íblástri frá Nat King Cole, Frank Sinatra og Harry Connick Junior hevur Mads ment sín egna sermerkta sangstíl – tað er soleiðis ein “croonari” ljóðar í 2022. 

Mads Mathias hevur skrivað allan tónleikin og hevur somuleiðis útsett hann í samstarvi við Peter Jensen, sum eisini útsetti Kópakonuna hjá Eivør fyri DR Big Band.

Tórshavnar Big Band arbeiðir fyri at varðveita og fremja klassikan big band tónleik í Føroyum. Fremsta málið hjá orkestrinum er at eggja nýggjum ættarliðum at lurta eftir og dansa til big band tónleik – bæði gamlan og nýggjan. Spælararnir í Tórshavnar Big Bandi elska tónleik og virka dagliga sum yrkistónleikarar, tónleikalærarar og/ella tónleikalesandi. 

Vegna korona verður tað ein minni útgáva av big bandinum, sum framførir til konsertina.

Tónleikaranir eru:

Sang og saksofon: Mads Mathias
Saksofon: Eirikur Skála og Mortan Zachariassen
Trompet: Johan Hentze og Ólavur Olsen
Trombon: Maria Wang Reinert
Klaver: Kristian Pauli Ellefsen
Gittar: Leivur Thomsen
Bass: Torleik Mortensen
Trummur: Rógvi á Rógvu

Hoyr Mads Matthias syngja her:

  Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.