Úr leikskránni hjá 07 Vestur: Mads Borchers vil treyðugt fara

Áleyparin, sum kom til 07 Vestur úr Esbjerg tíðliga í februar, er toppskorari á liðnum og hevur verið avgerandi leikarin í fleiri týðandi dystum. Hann er tó bara leigaður inn úr Esbjerg og skal aftur haðar á nýggjárinum, um hann ikki fær loyst seg úr tí sáttmálanum. Og er tað nakað, ið Mads Borchers sjálvur helst vil, so er tað at sleppa at verða verandi í 07 Vestur

- Tað, sum eg allarhelst vil, um eg sjálvur sleppi at ráða, so er tað at verða verandi her og blíva loystur úr sáttmálanum, sum eg havi við Esbjerg fb, sigur Mads Borchers, toppskorarin hjá 07 Vestur (Mynd: 07 Vestur)
Ingolf S. Olsen
5. september 2022 kl. 09:42

- Tað, sum eg allarhelst vil, um eg sjálvur sleppi at ráða, so er tað at verða verandi her og blíva loystur úr sáttmálanum, sum eg havi við Esbjerg fb.

Tað sigur Mads Borchers, danski málslúkurin hjá 07 Vestur. Hann hevur sáttmála við 07 Vestur til nýggjárs, men tá skal hann aftur til Esbjerg fb, haðani hann er leigaður. Um tað væl at merkja ikki eydnast at loysa hann úr sáttmálanum.

- Tað verður arbeitt upp á tað, eisini við góðari hjálp frá øðrum, men sum støðan er nú, hevur Esbjerg fb ikki hug at sleppa mær, sigur Mads Borchers.

Esbjerg eigur hann
Sáttmálin við danska liðið gongur tó út næsta summar, so um illa vil við, og hann noyðist niður aftur at spæla í eitt hálvt ár, so kann hann vóna, at dyrnar í 07 Vestur standa á glopp ta tíðina. Í hvussu er, er Michael Schjønberg framvegis venjari til ta tíð, um onki óvæntaða hendir, tí hann gjørdi ein tvey ára sáttmála við 07 Vestur beint eftir nýggjár.

Tað gongur av skriðuni hjá Esbjerg fb, sum eftir fáum árum er skramblað úr donsku Superliguni niður í 2. división, sum er triðbesta deildin í donskum mansfótbólti, og felagið hevur eisini verið rakt av fleiri gølum.

- Eg havi verið stak væl nøgdur við alt, síðan eg kom higar síðst í januar. Samanhaldið á liðnum er fantastiskt, og umstøðurnar í felagnum eru fínar. Esberg fb, haðani eg komi, er eitt stórt felag við sera góðum fasilitetum, men eg eri ógvuliga ovfarin av, hvussu gott alt hatta eisini er her, sigur Mads Borchers (Mynd: efb.dk)

Trívist væl
Tað er kanska ein orsøk til, at 20 ára gamli Mads Borchers ikki tímir serliga væl niðuraftur til nýggjárs.

Eisini heldur hann, at um hann kann hava viðgongd í føroyskum fótbólti, skjóta nógv mál og gera vart við seg her, so er tað helst ein betri lopfjøl til okkurt størri, um hann einaferð skuldi havt hug til tað, enn at sita parkeraður á einum donskum divisiónsliði.

- Eg havi skotið nógv mál her, eins og eg gjørdi í Danmark, tá eg spældi U19, og tað var eisini tað, eg vónaði, fór at henda, sigur Mads Borchers.

Men høvuðsorsøkin til, at hann helst vil verandi í føroyskum fótbólti – í hvussu er fyribils – er, at hann einfalt trívist so sera væl í Føroyum.

Føroyska unnustu
Tað er fallið honum lætt at liva seg inn í føroyska samfelagið. Fyrst arbeiddi hann á dagstovni, men nú eftir summarferiuna er hann byrjaður sum vikarur í Skúlanum á Giljanesi.

- Sum vikarur skal eg traðka til, har tørvur er á tí, og tað merkir, at undirvísi í øllum flokkum. Tað dámar mær væl, og málsliga havi eg ongar trupulleikar av tí – eg skilji væl føroyskt, sjálvt um eg ikki dugi so væl at tosa málið enn, sigur Mads Borchers.

Eisini er hann so heppin, at hann hevur fingið føroyska unnustu. Hon eitur Anna og er úr Havn.

- Jú, eg haldi avgjørt, eg kann siga, at eg eri blivin væl integreraður í Føroyum, flennir danski málslúkurin hjá 07 Vestur.

Ger vart við seg
Hann er sanniliga eisini fallin væl til á vøllinum, har hann veruliga hevur gjørt vart við seg, sjálvt um 07 Vestur samanumtikið hevur havt eina eitt sindur trilvandi gongd higartil í kappingarárinum.

Men millum annað takkað verið nógvu málini hjá Mads Borchers liggur 07 Vestur nú á sætta plássi í Betri Deildini og í nøkulunda tryggari frástøðu frá niðurflytingarstrikuni.

Við sínum níggju málum er hann toppskorari á liðnum og nummar fimm á toppskoraralistanum fyri alla Betri Deildina.

Væl nøgdur
Jú, hansara avrikum á vøllinum feilar onki, og her hava venjari og ítróttarligu umstøðurnar nógv at siga.

- Eg havi verið stak væl nøgdur við alt, síðan eg kom higar síðst í januar. Samanhaldið á liðnum er fantastiskt, og umstøðurnar í felagnum eru fínar. Esberg fb, haðani eg komi, er eitt stórt felag við sera góðum fasilitetum, men eg eri ógvuliga ovfarin av, hvussu gott alt hatta eisini er her, sigur Mads Borchers.

Hann heldur eisini, at Michael Schjønberg sum venjari dugir sera væl at fara við spælarunum, og at geva teimum ta rúmd, teir hvør sær hava brúk fyri.

- Tað er heilt vist eisini ein orsøk til mína viðgongd, og hann hevur dugað sera væl at givið mær sjálvsálit, sigur Mads Borchers.

Misjavnt í 1. división
Hann er ættaður úr Sønderborg, men tað er í Esberg fb, hann hevur gjørt seg galdandi sum fótbótlsspælari í teimum vaksnu deildunum í Danmark.

Hann skoraði eisini nógv mál sum U19-spælari, men sjálvur heldur hann, at tað gekk minni gott, tá hann slapp á besta liðið hjá Esbjerg fb í fjør summar. Besta liðið hjá felagnum var tá í 1. división – og í vár máttu teir tungu leiðina niður í 2. división.

- Eg fekk tríggjar dystir í 1. división, men tað gekk heldur misjavnt, sigur mads Borchers.

Kanska hava hesir fáu dystirnir í 1. división hjá málsøkna áleuparanum kortini hjálpt til at rudda slóð fyri fyrispurninginum, sum seinni kom úr Føroyum. Tí tann eini av dystunum var ímóti Vendsyssel, sum Michael Schjønberg tá var knýttur at.

Illveðursdystur
Talan var um ein minniligan dyst, sum byrjaði á Blue Water Arena, sum heimavøllurin hjá Esbjerg eitur, 25. juli í fjør og ikki endaði fyrr enn 27. juli. Orsøkin var, at dómarin breyt dystin av í hálvleikinum 25. juli vegna ódnarveður. Tá var støðan 0-1, men Esbjerg megnaði at javna í øðrum hálvleiki, sum var spældur í betri líkindum tveir dagar seinni.

- Kanska hevur hann sæð okkurt í tí dystinum, sum honum dámdi, men eg haldi ikki sjálvur, at tað gekk so væl – ella jú, eg spældi ok, haldi eg, men liðið fungeraði als ikki, og eg bleiv skiftur út í hálvleikinum, greiðir Mads Borchers frá.

Men Michael Schjønberg er sjálvur úr Esbjerg, og fekk sín fótbóltsuppvøkstur har, og Mads Borchers heldur, at hansara góðu sambond tann vegin mundu vera størsta orsøkin til, at hann sendi boð eftir sær at koma til Føroya.

- Tað vóru onkur bond, sum krossaðust har, og eg eri bara ógvuliga fegin um, at eg fekk møguleikan at koma til Føroya og til 07 Vestur at spæla, sigur hann.

Heppin avgerð
Borchers var í hvussu er tann fyrsti spælarin, ið Michael Schjønberg fór eftir í sínum gamla danska heimabeiti, tá hann júst hevði tikið við venjarastarvinum í 07 Vestur beint eftir nýggjár. Sáttmálin við Mads Borchers varð undisrskrivaður síðst í januar í ár.

Og tað má sigast at hava verið ein heppin avgerð.

Nógvu málini hjá honum eiga sín part av æruni fyri, at 07 Vestur nú liggur sum nummar seks í Betri Deildini. Men sjálvandi er hann ikki einsamallur um avrikini – tað leggur hann eisini sjálvur stóran dent á – og liðið megnaði eisini seinasta vikuskifti at vinna á útivølli á B68 uttan Mads Borchers á liðnum. Í dystinum ímóti KÍ vikuskiftið frammanundan hevði hann nevniliga fingið sítt fjórða gula kort, og tað hevði við sær leikbann í næsta dystinum.

Serstakur sigur
Mads Borchers sjálvur er sera fegin um, at tað eydnaðist skerda 07 Vestur-liðnum at vinna á B68, sum hevur verið ein av nærmastu kappingarneytunum í tí keðiliga endanum á stigatalvuni. Og hann ásannar eisini, at tað lættir um trýstið á allar spælararnar, tá liðið fær víst, at alt fundamentið ikki bara hvílir á einstøkum profilum, men at tað saktans ber til at vinna fyri tað, um hann ella onkur annar av teimum, ið plaga at skora, ikki eru á vøllinum.

Sigurin á B68 var annars rættiliga serstakur við tað, at bara tvær vikur frammanundan tapti 07 Vestur ikki minni enn 2-6 á heimavølli ímóti júst B68. Tá skoraði Mads Borchers bæði málini hjá 07 Vestur.

07 Vestur liggur nú hampuliga trygt á einum sætta plássi í Betri Deildini – á sama stað, har liðið endaði seinasta kappingarár. Mads Borchers er eisini bjartskygdur, men samstundis leggur hann stóran dent á, at tað er alt ov tíðliga at kenna seg tryggan.

- Sigurin seinasta vikuskifti hevur heilt vist givið liðnum eitt sindur av rógv, tí nú eru vit fýra stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Men vit vita allir væl, at vit mugu fáa uppaftur fleiri stig, áðrenn vit kunnu leggja okkum afturá við vissuni um, at vit varðveita sætið í deildini. Tí mugu vit út at stríðast, tað vit eru mentir, og tað fara vit eisini at gera í dystinum ímóti Víkingi. Eg eri tó 100 prosent vísur í, at vit megna tað, um vit vilja, sigur hann.

(Greinin er úr leikskránni hjá 07 Vestur til dystin móti Víkingi í vikuskiftinum. Dysturin endaði 1-1)