Emmanuel Macron bleiv í dag yngsti franski leiðari síðani Napoleon Bonaparte. Hetta hendi, tá 39 ára gamli Macron varð tikin í eið sum forseti undir einum hátíðarhaldi á Elysée forsetaborgini í Paris.
Og eftir at nýggi forsetin hevði fingið handað lykilin til tjóðina og koturnar til kjarnorkuvápnini frá fráfarandi forsetanum François Hollande, lovaði hann at gera sítt fyri at sameina Frakland.
”Vit mugu vinna á uppbýtinum og rivunum, sum er í okkara samfelag. Heimurin og Evropa hevur meira brúk fyri Fraklandi nú enn nakrantíð áður,” segði nýggi forsetin.
Eini 300 fólk vóru við til hátíðarhaldið, harímillum foreldrini hjá honum og børnini hjá konuni, 64 ára gomlu Brigitte Macron.
Eisini samlivarin hjá politistinum, sum varð dripin av einum terroristi á Champs Elysée beint áðrenn fyrsta forsetavalumfar, var millum tey innbodnu til hátíðarhaldið.