Macron verið á sínari fyrstu almennu vitjan í Kina

Á vitjan síni í Kina, setti franski forsetin, Emmanuel Macron, umhvørvistrupulleikar á breddan

Guðrun í Jákupsstovu
8. januar 2018 kl. 12:15

Frakland og Kina skulu standa framst í bardaganum móti menniskjaskaptum umhvørvisbroytingum. Tað sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, nú hann er á sínari fyrstu almennu vitjan í Kina.

Sambært fleiri útlenskum miðlum, er endamálið við vitjanini hjá Macron, at leggja lunnar undir eitt samstarv landanna millum, ið skal arbeiða fyri at basa stóru umhvørvisavbjóðingunum.

Kina var eisini við í stóru umhvørvisavtaluni, ið bleiv gjørd í París í 2015. Síðan Donald Trump tók við forsetaembætinum í USA, hevur hann tikið USA er avtaluni, ið varð gjørd í París í 2015. Tí er Kina nú millum størstu londini, og tað mest dálkandi landið, ið er við í avtaluni.

Kina er tað landið, ið dálkar mest í heiminum. Men tað er eisini tað landið, ið nýtir mest pengar uppá at skifta til grønar, umhvørvisvinarligar loysnir. Tí sær Macron nógv gagn í, at samstarva við Kina. 

Kinesiski forsetin, Xi Jingping, sigur, at næstu fimm árini verður nógv orka løgd í, at minka um tað ovurstóra og umhvørvisdálkandi orkuforbrúki í Kina.