Tað hevur verið roknað við, at ES valið fór at bera stóra høgrasnaring í Europa við sær.
Nú exit kanningar eru kunngjørdar, og nú fyrstu úrslitini eru almenn, vísir tað seg, at høgrasnaringin er stór.
Eitt nú í Fraklandi, har forsøgnir siga, at flokkurin hjá Marine Le Pen Rassemblement National fer at fáa 31,5 prosent av atkvøðunum.
Hóast úrslitið ikki er greitt, so hevur franski forsetin í kvøld boðað frá, at hann tekur úrslitið til eftirtektar á tann hátt, at hann heldur, at fólkaviljin eisini skal koma til sjóndar í vali til tjóðartingið.
Tí hevur Emmanuel Macron boðað frá, at tað verður tjóðartingsval. Fyrra umfar verður 30. juni, og seinna umfar verður 7. juli.
Meðan Rassemblement National á ES valinum sær út til at fáa 31.5 prosent, so fáa flokkarnir, sum í tjóðartinginum stuðla forsetanum, tilsaman 15,2 prosent.
Emmanuel Macron varð aðru ferð valdur til forseta í 2022, og valskeiðið hjá honum verður liðugt í 2027.