Hóast úrslitini av valunum ikki eru komin, so ræðist franski forsetin, Emmanuel Macron, at høgrivongurin fer at standa sum sigursharri til valið til franska tingið.
Fyrsta rundan av valinum sær út til at blíva framúrskarandi góð, fyri Høgravenda tjóðskaparflokkin(Rassemblement National) hjá Marine Le Pen. Kanningar frá valstøðunum vísa, at flokkurin kann fáa triðju hvørja atkvøðu.
Macron sigur eftir at valhølini stongdu í kvøld, at veljararnir skulu standa saman ímóti høgraveinginum í aðru rundu av valinum, sum verður 7. Juli.
- Ímóti Rassemblement National er tíðin komin til eina breiða og greitt demokratiska og republikanska samgongu í aðru rundu, sigur forsetin í einum skrivligum boðum sambært Ritzau.
Miðsamgongan Ensemble, har flokkurin hjá Macron er við, stendur sambært kanningunum við valstøðunum til at fáa millum 20,5 og 23 prosent av atkvøðunum, meðan Rassemblement National stendur til 34 prosent. Vinstra-flokkurin Nouveau Front populaire (NFP) stendur til at blíva næststørstur við 29 prosentum sambært kanningunum.