Franski forsetin, Emmanuel Macron, mælir donskum myndugleikum til, at kanadiski-amerikanski umhvørvisaktivisturin Paul Watson ikki verður útflýggjaður til Japan.
Tað upplýsir kontórið hjá forsetanum sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Paul Watson situr varhaldsfongslaður í Grønlandi til 15. august, har tað á einum rættarfundi skal gerast av, um hann skal útflýggjast til Japan.
73-ára gamli Watson er ein av stovnarunum av Greenpeace og ein sera umstríddur aktivistur. Japan sendi í 2010 handtøkuboð eftir honum í samband við eina hending í Antarktis, har Watson fór uppí, meðan japanskir hvalaveiðumenn arbeiddu, skrivar Ritzau.
Í boðunum frá Macron skrivar hann, at hann “fylgir støðuna tætt” og hevur samband við danskar myndugleikar.
Í fraklandi er ein online undirskriftinnsavnan, sum mælir til, at Watson verður leyslatin. Undirskriftinnsavnanin hevur fingið 388.000 undirskriftir.
Eisini franski sjónleikarin Brigitte Bardot hevur sagt við avísina Le Parisien, at “vit mugu gera alt fyri at bjarga Paul”.
Watson varð fongslaður sunnudagin og landsrætturin í Grønlandi hevur í dag staðfest avgerðina um at halda Paul Watson aftur.
Verjin hjá Paul Watson hevur ført fram, at útflýggjan til Japan ikki kann koma uppá tal, tí at hetta vildi verið í stríð við evropeiska mannarættindasáttmálan, tí Japan ikki á nøktandi hátt verjir mannarættindini.