Má taka koyrikortið umaftur
Eingin fólkaskaði var, men tveir bilar fingu nakað av skaða
Áki Bertholdsen
21. november 2023 kl. 08:29
Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Heiðavegi í Saltangará, beint við Bónus.
Har stoytti tveir bilar saman og teir fingu nakað av skaða - men fólkaskaði var eingin.
Løgreglan sigur, at helst var talan um eitt víkuskyldu-óhapp, har annar bilurin ikki helt sína víkiskyldu.
Og elva slík óhapp til skaða, kann tað verða ein dýr søga. Bilførarin kann vænta sær eina bót upp á 2.000 krónur. Men harumframt missur hann koyrikortið, og má taka tað av nýggjum.