Lýsing vekir undran

Fyrst varð søkt eftir starvsfólki til “Folketinget på Færøerne”. Nú verður søkt eftir starvsfólki til “premierministeren på Færøerne”

Sigurjón Einarsson
30. november 2020 kl. 14:19

Fyri viku síðani skrivaði in.fo um lýsing, har lýst varð eftir nýggjum reingerðarfólki til “Folketinget på Færøerne” at byrja á nýggjárinum.

Ferðast tú á donskum og svenskum miðlum í dag, er nýggj lýsing at síggja, har lýst verður eftir starvsfólki til “premierministeren på Færøerne”. Verður leitað eftir orðinum “premierminister” á Sprotanum, so síggja vit, at tað er forsætisráðharri, ið kemur fram í leitiskipanini.  

Trýstir tú á lýsingina, so er talan um eitt “Fulltrúastarv í Løgmansskrivstovuni”, sum tað stendur orðarætt í lýsingini.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um at taka sær av samskiftismálum og ritarauppgávum umframt ymiskum málsviðgerðum og fyrisitingarligum uppgávum í sambandi við ábyrgd løgmans sum stjórnarleiðari.

Tann setti fer at ráðgeva í samskiftismálum, skriva røður, røkja heimasíður, umframt at traðka til, tá tað snýr seg um at fyrireika tiltøk og fyrisitingarlig mál. Harafturat verður hon/hann við í arbeiðinum at fremja uppgávur hjá Løgmansskrivstovuni at samskipa og fylgja upp mál landsstýrisins og standa fyri tvørgangandi verkætlanum, ið fevna um ábyrgdarøki hjá fleiri landsstýrisfólkum.

Arbeiðsøkið á Løgmansskrivstovuni er sera breitt, og tí arbeiða starvsfólk vanliga tvørtur um fak- og deildarmørk.