Lyklaspælari hjá Víkingi er skaddur
Tað er ivasamt, um Olaf Bárðarson verður tøkur til kappingarbyrjan
Jóannes Hansen
8. januar 2024 kl. 21:56
Tað rakar ógvuliga meint hjá Víkingi, at ein av lyklaspælarunum í fjør er skaddur.
Talan er um Olaf Bárðarson, sum noyddist at gevast undir venjingini fríggjakvøldið. Hann var skaddur í fótinum, og hóast tað ikki er endaliga staðfest, so er tað mangt, ið bendir á, at talan er um bein í fótinum, sum er brotið.
20 ára gamli Olaf Barðarson var í fjør við í 25 landskappingardystum í bestu deildini, og hann skoraði níggju mál.
Um talan er um brot, so verður tað kapprenning hjá Olafi at koma fyri seg aftur, áðrenn tað fyrst í mars verður farið undir nýggja kappingarárið.