Hetta eru góð tíðindi fyri tey í Vági og FC Suðuroy, og hetta eru minni góð tíðindi fyri tey á Tvøroyri og í TB.
Í kvøld boðar FC Suðuroy frá, at felagið hevur skrivað undir avtalu við ein av teimum, sum í farna kappingarári var ein av teimum drúgvastu á TB liðnum.
Talan er um John Villi Wøldike Leo, sum hevur skrivað undir uppá, at hann í 2024 fer at umboða FC Suðuroy. Harvið er John Villi aftur á Vágseiði, at hann spældi fyrstu fótbóltsárini.
26 ára gamli John Villi var á TB liðnum í 26 landskappingardystum í 2023. Hann hevur umboðað TB síðani 2019, og hann var á felagsliðnum hjá TB/FCS/Royn í 2017 og 2018.
Undan 2017 umboðaði hann FC Suðuroy.
Í heyst vann FC Suðuroy uppflyting úr 2. og í 1. deild, meðan TB flutti niður úr bestu deildini og í 1. deild. Tað vil siga, at í 2024 vera tað lokaluppgerðir í Suðuroy millum TB og FC Suðuroy í næstbestu deildini, og nú er tað greitt, at John Villi Wøldike Leo verður á liðnum hjá FC Suðuroy.
Faroesoccer veit at siga, at John Villi Wøldike Leo hevur spælt 120 dystir í bestu deildini og 67 dystir í næstbestu deildini.