Lyklaleikari hjá Liverpool skal skurðviðgerðast

Tað er ósannlíkt, at Robertson spælur fótbólt aftur í ár, og fer skotski landsliðspælarin tískil at missa avgerandi Premier League-dystir ímóti eitt nú Manchester City, Manchester United og Arsenal

Ragnar Sjúrðarson
21. oktober 2023 kl. 09:18

Andy Robertson skal skurðviðgerðast, skrivar James Pearce frá The Athletic.

Fyrr í vikuni mátti Liverpool-bakkurin fara av vøllinum við skaða í landsdysti fyri Skotlandi móti Spania.

Í dysti ímóti Unai Simon fór høgra øksl hjá Robertson út úr lið, og skotski landsliðspælarin fór aftur til Liverpool fyri at fáa skaðan kannaðan.

James Pearce skrivar eisini, at Andy Robertson er spáddur at vera uttanfyri leikvøllin í umleið tríggjar mánaðir.

Uttan skurðviðgerð kundi hann verið á vøllinum aftur innan fýra vikur, men tað hevði verið ein stórur vandi fyri, at skaðin kom aftur, leggur Journalisturin hjá The Athletic afturat.

Hetta hevur við sær, at 29 ára gamli Robertson sannlíkt ikki spælur fótbólt aftur áðrenn 2024, og hann fer ikki at kunna luttaka í avgerandi Premier League-dystum ímóti Manchester City, Manchester United og Arsenal.

Grikski landsliðsleikarin Kostast Tsmikas verður mest sannlíkt maðurin, ið skal røkta plássi á vinstra bakki – frá og við dagsins Merseyside-derby, sum byrjar klokkan 13.30 á Anfield.